Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur: KÍ venjaraskúlin

Guttorm Sørensen

Mikukvøldið 1. desember kl. 19.00 verður venjarafundur á Loftinum í KÍ.

Eftir ein væleydnaðan fund 17. november, so verður fundur fyri allar venjararnar í felagnum og onnur sum eru áhugaði í venjarayrkinum. Fundurin verður eitt slag av avslutningi fyri 2004.

Ætlanin er at tosa um ungdómsdeildina hjá KÍ, og hvussu hon skal menna seg næstu tíðini. Fleiri hugskot eru frammi, og venjararnir fáa høvi at siga sína hugsan um hetta.


Eyðun Klakkstein, venjari, fer at greiða frá spæliskipanini og spælistílinum hjá sínum liði, og hann fer at geva dømi um, hvussu hann hevur vant hetta í farna ári. Ætlanin er, at hetta skal leggja upp til eitt kjak um spælistíl á ungdómsliðum.