Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur, Klaksvíkskappingin: KÍ vann finaluna ímóti GÍ – eftir brotssparkskapping

(
John Færø)

Í finaluni sunnudagin sýndi KÍ ikki sama poleraða fótbóltsspælið sum dagin fyri ímóti HB, men teir vístu hinvegin ein stríðsvilja og ta neyðugu styrkina til at forða GÍ at koma til stórar málmøguleikar.

Tað var ikki sama flogið yvir spælinum hjá KÍ sunnudagin í finaluni, sum tað var dagin fyri ímóti HB.
KÍ átti tó munin í spælbýtinum ímóti GÍ, hóast teir ikki komu til teir heilt stóru málmøguleikarnar.
Heimaliðið kom tó til teir frægaru møguleikarnar, men úrslitið gjørdist kortini 0-0, og so máttu brotsspørk til at avgera dystin.
Bæði liðini brendu onkur av teirra skotum, men tá av tornaði var tað KÍ, sum gjørdist vinnarin, ikki minst takkað verið nýggja KÍ-málverjanum, Karstini Joensen, sum tók eini tvey av skotunum hjá Gøtu-monnum.
Dysturin um 3. plássið endaði 5-2 til HB ímóti NSÍ.

Sumba ella AB verður
við í bólkinum hjá KÍ.
Eftir at Sumba hetta vikuskiftið hevur vunnið á B71 (aftan á brotssparkskapping) og AB hevur vunnið á ÍF, skulu sumbingar og fuglfirðingar spæla dyst um at sleppa við í bólkin hjá KÍ í steypakappingini.
Hetta vikuskiftið hava onkur undanumfør til bólkaspælið í steypakappingini verið leikt.
Tað vóru 4 lið, sum høvdu møguleikan at koma í bólkin hjá KÍ. Hesi vóru B71, Sumba, ÍF og AB.
B71 møtti Sumba um vikuskiftið. Har endaði dysturin 1-1, og so mátti brotssparkskapping til at avgera dystin. Hesa vann Sumba og kom tí víðari.
AB verður mótstøðuliðið hjá Sumba í dystinum um at koma við í bólkaspælið. AB hevur nevniliga vunnið á ÍF.