Tað var við stórum spenningi at leitað varð oman á vøllin at síggja dystin millum KÌ og B36, men B36 livdi ikki upp til forvantningarnar móti einum KÍ liði sum var merkt av mannfallið.
KÍ: Jákup Mikkelsen, Jan Andreasen, Harley Bertholdsen, Niclas Niclasen, Marek, Atli Danielsen, Arnold Joensen, Jacob Bymar, Símun Joensen, Erling Fles og Stig
B36: Tróndur Vatnhamar, Egil í Bø, Pól Torsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Johan V. Gunnarson, Kenneth, Ronnie Samuelsen, Niels Joensen, Santos, Bárður Mortensen og John Petersen. (45. min levi Hansen og 60. min. Klæmint).
Tað skal sigast beinanvegin at KÍ var sera hart rakt av mannfallið undan dystinum.
Leikarar sum Alexandar, Jan Joensen, Allan Joensen og Ovi Nysted vóru ikki tøkir til dystin, og hetta merkt kanska serliga miðvøllin.
So at siga alt spælið fór upp gjøgnum síðurnar og tí sera einstátta.
Undan dystinum hevði ein vantað at KÍ fór at verða lagt undir trýst, serliga tá hugsað verður um at miðverjan hjá KÍ við Harley Bertholdsen og Niclas Niclasen ikki áður hevði spælt saman í hesari uppstilling.
Men hóast tað fleiri ferð var pláss í miðverjuni so var hon ongantíð løgd undir trýst og tað undrar.
Men tað tykti sum B36 var komið eftir javnleiki, tí viljin at fara í álop var sera avmarkaður hjá havnaliðnum og landsliðsleikarin John Petersen, var tískil næstan ikki við í dystinum.
Málmøguleikar
Í 35. minnutti trekkir Marek seg leysan í vinstur siðu og leggur bóltin inn tí ein leysan Erling Fles, sum tíanverri far bóltin um skrúðuna og so fór tann málmøguleikin.
Í 38. minnutti kemur Bárður at standa einsamallur við Jákup Mikkelsen, men bólturin fer rullandi framvið mállinjuni.
Beint fyri hálvleik hevur B36 bóltin á tvørsteingini og seinastu fimm minnutirnar av fyrrahálvleiki hevur B36 meiri bóltin men ov lítil vilji er í royndunum á málið.
Í seinra hálvleiki kemur B36 betur frá byrjan. Nógv umtalaði brasiliuleikarin, sum ikki var nógv at síggja í dystinum, hevði eina rond á KÍ málið, men Jákup Mikkelsen er har hann skal verða.
Miðskeiðis í seinra hálvleiki heddar Stig bóltin í netið hjá B36, men linjuverjin metur at innleggið var aftanfyri baklinjuna á veg innfyri.
De kan ikki skyde straffe
Tá umleið eitt kvarter er eftir at leika far B36 brotsspark. Harley hálar í blusuna hja John Petersen og dómarin ivast ikki.
Bárður verður settur at skjóta og meðan hann leggur bóltin til rættis letur í landsliðsvenjaranum, Hendrik Larsen, sum stóð undir liðini á undirritaða: De skorer ikke. Hver ganga jeg har set B36 skyde straffe, har de ikke skoret. De kann ikke skyde straffe.
Hóast orðini hjá landsliðsvenjaranum vóru søgd í skemti, so fingu vit sjón fyri søgn.
Bárður skjýtur men Jákup bjargar meistarliga.
Linjuverjin er ikki nøgdur og tí sigur dómarin at straffi skal takast um aftur.
Jákup bjargar aftur, men tíanverri støkkur bólturin út aftur til Bárður sum smekkar hann í netið.
Ársins mál
Eftir skorðingina trektu B36 leikararnir seg aftur á egna hálvu og hetta gav KÍ møguleikan at leggja trýst á havnaliði.
Men ein væl leikandi Tróndur Vatnhamar helt KÍ burtur til umleiði 3 minuttir vóru eftir at leika.
Jan Andreasen, sum annars leikti sum høgri bakkur, yvirhálaði vongin og staddur einar 25 metrar úti í høgra borði sendir hann ein høgan bólt inn fyri málið.
So nógv skrúða er á at bólturin skrúðar niður í vinstra málhorn uttan nakran møguleika hjá Tróndi at bjarga.
Eitt frágera vakurt mál.
Dysturin endaði 1-1 og má sigast at dysturin onantíð livdi upp til tað vit høvdu vanta frammanundan.
Úrslit:
KÍ-B36: 1-1
FSV-NSÍ: 1-3
Skála-EB/Str: 2-2
VB-HB: 4-0
GÍ-B68: 1-0
TB-ÍF: 0-5




