Undir venjing í Formulahópinum hjá KÍ týskvøldið fekk málmaðurin Mathias Samuelsen skaða í økslina, sum møguliga krevur skurðviðgerð.
Hóast Mathias Samuelsen er ungur, so hevur hann longu roynt seg sum málmaður á Formulaliðnum hjá KÍ, har hann í ár væntandi verður næsti málmaður hjá Jákupi Mikkelsen, landsliðsmálmanni, sum nú aftur leikar við KÍ.
Men týskvøldið var Mathias so óheppin, at hann meiddi sær økslina undir venjing.
Hann fór á skaðastovuna fyri at fáa økslina kannaða, har staðfest varð, at hann skal binda frið í 2 vikur.
Tá skal støða so takast til, um økslin skal skurðviðgerast.




