Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur og framtíðin

Tummas Lervig Listi C

Eftir 8 ár sum formaður í einum stórum felagskapi sum KÍ, gerist eg meir og meir sannførdur um týdningin av samspælinum millum feløg, áhugabólkar og býráð.

Tað er av stórum týdningi at kommunan er viðspælari, soleiðis at fortreytirnar eru so góðar sum gjørligt fyri feløgini. Her hugsi eg m.a. um uppskotið til fimleikarhøll, um fyrireikingar til Bláa Skýlið og rennibreytini við fótbóltsvølli, har eg sjálvur havi verið partur av fyrireikingarbólkinum.

Tí er tað gleðiligt at frætta, at kommunan hevur samtykt útbyggingar við stadionøkið, sum eisini byggir á sera gott samstarv við FSF og KÍ um hesa verkætlan, har FSF er ein fíggjarligur viðspælari, soleiðis at vit nú fara at fáa fantastiskar umstøður kring vøllin við Djúpumýru.

Hetta framtakið er eitt beinleiðis úrslit av, at arbeitt hevur verið miðvíst saman við Klaksvíkar Kommunu,Klaksvíkar Ítróttarfelag og Fótbóltssambandi Føroya, og má sigast, at allir partar hava víst ein góðan vilja at fremja hesa ætlan.

Eg frøðist um hesar avgerðir og sjálvandi skal Klaksvíkin hýsa altjóða dystum.

Við mínum mandati í býráðnum vil eg stremba fyri fleiri slíkum verkætlanum.

Tummas Lervig Listi C