Eftir eina tíð hjá øðrum feløgum, er Rúni Elttør nú aftur at síggja í KÍ, har hann venur við Vodafone-hópinum.
Rúni Elttør spældi við Vodafone-liðnum, sum Norðoyastevnudag vann 3-1 á FM-liðnum hjá KÍ frá 1991.
Hesin sterki, vinstrabeinti leikarin vísti í hesum dystinum, at hann kann gerast ein styrkur fyri Vodafone-liðið hjá KÍ, sum hevur tørv á at vinna sær stig.
Í 2002, tá ið Kurt Mørkøre vandi KÍ, var Rúni partur av besta KÍ-liðnum, sum tað árið fekk eitt tað besta úrslitið í nýggjari tíð.
Rúni spældi tá sum vinstri bakkur.
Rúni er stórur og kropsliga sterkur leikari, sum eisini er framrættaður í sínum leiki. Eisini er hann eyðkendur fyri at heppa og stuðla sínum viðleikarum.
Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer.
Leygardagin skal KÍ til Gøtur at spæla ímóti Víkingi.




