Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur skal livast

John William Joensen

Nógv er sagt og skrivað um fótbólt og nú KÍ og HB hittast er ikki løgið um hugurin fer at leita til unglinga árini tá ein sum ungur KÍ leikari fekk fyrstu royndirnar og smakkin av vaksmannafótbóltinum. Tey val ein var noyddur at gera, løtur við uppibornum heiðuri og tær við hepni – og – ja – eisini løturnar við tapi, skuffilsið og skom.

Nógv er sagt og skrivað um fótbólt og nú KÍ og HB hittast er ikki løgið um hugurin fer at leita til unglinga árini tá ein sum ungur KÍ leikari fekk fyrstu royndirnar og smakkin av vaksmannafótbóltinum. Tey val ein var noyddur at gera, løtur við uppibornum heiðuri og tær við hepni – og – ja – eisini løturnar við tapi, skuffilsið og skom.

Umstøðurnar tá vóru sera eins fyri fótbóltin kring landið. Í Klaksvík vóru umstøðurnar millum tær frægastu. Vit høvdu umklæðingarrúm í KÍ høllini meðan dreingirnir í Havn vóru í HB og B36 húsunum og á Tvøroyri var TB húsið. – Aðrastaðni vóru umstøðurnar líknandi. Í Vágunum var ofta skift í skúla og onkuntíð skiftu vit í bussi ella umborð á, Smyrli ella Sam fyri at klára túrin aftur eftir dyst. Sigldu átta tímar við Pride av Hvalba til Klaksvíkar og einaferð svóu vit á einum neystalofti eftir ein stevnudyst móti VB á Jóansøku. Minnist ein dyst móti B71 á Sandi – veðrið var av tí allarbesta – dómaratrioin legði árarnar inn í hálvleikssteðginum – sótu og drukk øl uppi á einum bakka beint við Meginskúlan, meðan vit vóru til hálvleik…

Minnist dyst ein sunnudag meðan samfelagsmøtir vóru í KÍ-høllini. Kramer – var ikki nøgdur, tí vit sloppu ikki at skifta í KÍ høllin, men noyddust niður í bólt/fýr-rúmið at skifta. Har stóðu vit kroystir saman og skiftu í óruddiliga rúminum meðan stóri oljufýrurin larmandi og luktandi fylti rúmið. – Men vit spældu sum einglar og næsta heimadyst vóru boðini til hópin at skifta í fýr-rúminum – der var et eller andet med stemningen – segði Kramer….

Í Gundadali spældu HB og B36 á einum grúsvølli eins og vit og aðrir fótbóltsspælarar kring landið. Vit høvdu fótbóltsskýlið og tað sama høvdu HB og B36. Klaksvík var næst størsti býur við 5-6000 klaksvíkingum og Havnin var høvðusstaður við umleið 12.000 havnamonnum……

Við miðsavningini og útbyggingini av almenna vælferðarsamfelagnum vaks tilflytingin til Havnar og í dag er Havnin fýra ferðir størri enn Klaksvík. Harafturat eru UEFA og Tórshavnar Kommuna í ferð við at byggja nýtt stadion fyri 100 mió. kr. og UEFA og Klaksvíkar Kommuna byggja eitt skýli í Klaksvík fyri 3 mió. kr.???

Alt av gyltum sum føroyskur fótbóltur ber heim av veiðuferð í Evropa verður við samtykkið frá fyrrverandi ítróttar risum kring landið lagt afturat í Gundadali……. nøkur oyru enda úti um landið, jú smálig eru tey ikki har suðuri… og harafturat hevur FM steypið verið heilar tríggjar ferðir uttanfyri høvuðsstaðin seinastu 13 árini…. at ung talentir leita til Havnar er sjálvsagt…

Havnar Bóltfelag sum kemur til Klaksvíkar at spæla á Djúpumýru hevur seinastu 5 árini fingið 12 mió. kr. frá UEFA til rakstur, lønir og ferðing til dyst í Evropa. KÍ hevur fingið nakrar 100 túsund kr. til ungdómsarbeiði frá Evropa…..

HB er stórfavrittur – eingin ivi um tað!

Leiðslan í HB hevur spent bogan hart – men felagið hevur ikki nátt somu hæddir sum í fjør tá klaksvíkingurin, Oddbjørn Joensen, stjørnaði felagnum. – Hann var vrakaður og nú skal lagnan hjá HB avgerast í Klaksvík – vinnur HB, livir FM vónin framvegis – men tapir HB er talan um eina katastrofu, tí árstalsfelagið tá fær avgerandi fyrimun. Sama kan sigast um KÍ – árið stendur og fellur við úrslitinum sunnudagin…. men líkamikið um KÍ vinnur ella ikki, so tykist steypið liggja trygt innan molan…. spurningurin er bara hvørt tað skal standa í B36 ella HB húsinum….

Vit mugu ásanna at hagtølini lúgva ikki. Vit eru underdogs – sjálvt í Klaksvík.

Men tá alt kemur til alt eru teir bara 11 eins og vit og um hagtølini vísa at tað eru 9 ár síðan vit hava vunnið á HB í Klaksvík – so er er størri sannlíkindi fyri at tíðin er komin har vit vísa okkum fram okkara allar besta.

Eg byrjaði við at siga at fótbóltur skal livast. – Og sætt er tað. Tú kanst venja teknikk, kondi, styrki og annað – men livir tú teg ikki inn í leiklutin – tá dysturin byrjar – so er veningin til lítla hjálp. Tað ljóðar kanska merkisvert – men løtan tá 1000 áskoðarar standa kring vøllin á Djúpumýru er ein serlig løta – sum ferð at standa livandi í minninum – um ein megnaði at geva seg meira enn 100 % hesar 90 minuttirnar – og samstundis hevði yvirskot til at hugsað og taka rættar avgerðir.

Viðhaldsfólk eru ein styrki – men tíanverri eru tað mong viðhaldsfólk sum beinleiðis eru orsøk til at KÍ leikarar ikki megna at liva upp til sítt besta. Við negativum rakstrarrópum, tá leikari missir bóltin og á annan hátt eru óheppnir, gera hesi fólkini leikaran ótryggan og harvið alt liðið verri. Tíanverri upplivið eg næstan hvønn dyst hvussu væl meinandi viðhaldsfólk av reinum fordummilsi – byrja at rópa eftir leikarum, sum ikki beinan vegin spæla fram eftir vøllinum. Tá eingin er at spæla til frammi á vøllinum, so gevur tað ikki meining at trýsta bóltin fram á vøllin. Tá er neyðugt at spæla bóltin aftur á egnu hálvu til møguleiki býðst at skipað nýtt álop. Tað ber altíð til at senda bóltin aftur til egnan málverja – heldur tað enn at missa bóltin til mótstøðuliðið – plagdi Sverri Jacobsen at taka til.

Skal KÍ vinna sunnudagin er neyðugt at halda bóltin burtur frá HB leikarunum – men so skjótt sum KÍ leikarar spæla ein bólt aftur á vøllin byrja áskoðarar at rópa rakstrar róp – og eg síggið hvussu hetta ávirkar serliga ungu leikararnar. So kenna teir seg trýstar – og so kemur ein kroyst sending fram eftir vøllinum – mótstøðuliðið fangar bóltin – og eru vit tá í einari vánaligari støðu. Hetta hendir hvønn sunnudag í Klaksvík – bert tí vit eiga ov nógvar áskoðarar sum ikki hugsað seg um.

Sunnudagin er KÍ í útgangsstøðinum “the underdogs” og tað einasta sum viðhaldsfólki kann gera fyri at lyfta undir og betra útgangsstøðið er at stuðla og stimbra okkara egnu við jaligum rópum. Lat okkum ikki blanda okkum uppí og órógva spælið – tí tað er júst tað sum hendir ferð eftir ferð.

Fótbóltur skal livast og verða ein jalig uppliving – og latið okkum saman við leikarunum – vísa HB at teir sunnudagin eru á útivølli og við orðunum – heysa husa ha da da da – nu skal HB ha da da da – farið eg at seta mítt álit á teir menn, sum bera hvít bláa búnan.

Koyr á KÍ