KÍ og Pætur Clementsen skrivaðu undir nýggjan sáttmála leygardagin, har partarnir leingja samstarvið fram til endan av kappingarárinum 2008.
Stór uppgáva
26 ára gamli Pætur Clementsen hevur seinastu trý árini verið venjari á U17 landsliðnum og hann sær tað sum eina stóra avbjóðing at vera ungdómsvenjari hjá KÍ.
– Mær hevur dámt sera væl í KÍ og trívist eisini væl millum tey fólkini, sum eg havi samstarva við.
– Men eg havi kent tað, sum at stórur partur av árinum er brúkt uppá at seta seg inn í ymisk viðurskifti og at læra at kenna venjarar og leiðslu í felagnum.
– Tað skal meira tíð til at byggja nøkur ting upp og tí brenni eg fyri at taka eitt ár afturat í KÍ.
Ikki heilt nøgdur við árið
Pætur sigur at hóast tað kiksaði í onkrari deild í ár, so var samanutikið á eini leið.
– Tað vóru umleið 400 leikarar og 20 venjarar ,sum luttóku í kappingum í yngru deildunum hjá KÍ frá seinast í mars mánaða til fyrsta vikuskiftið í oktober, tá kappingin endaði.
– Sjálvsagt eru vit ikki nøgdir við alt – tí tað eru nógv ting sum kundi verið betur – men eg trúgvi, at vit í KÍ eru á rættari leið og samanumtikið var kappingarárið væl eydnað.
Fótbóltur skal vera heilársítrótt
Pætur Clementsen sigur, at um stutta tíð byrjað yngru deildirnar hjá KÍ at venja til komandi kappingarár.
– Vit mugu fáa hugburðin burtur at fótbóltur einans er ein hálvárs ítrótt.
– Fótbóltur í dag er ein heilársítrótt og tað mugu vit eisini venja tey ungu við.
– Um fáar vikur fara fleiri av yngru deildunum at venja til komandi ár og sjálvur fari eg saman við venjarum og leiðslu felagsins at brúka veturin til at fyrireika komandi kappingarár.
– Umráðandi er eisini at finna uppá okkurt nýtt og eg havi longu gjørt mær tankar hesum viðvíkjandi – men tað fari eg ikki at siga nakað um her.
Umráðandi at halda kósina.
John William Joensen, ábyrgdarfólk fyri Fótbólt, sigur at fyri leiðsluna í KÍ er umráðandi at skapað trivnað og støðufesti fyri tey, sum virka og íðka í felagnum.
– Vit eru sera væl nøgdir við tað arbeiði, sum Pætur hevur gjørt í felagnum – men enn er langt á mál fyri at náða málsetningunum felagið hevur sett sær í Visión 2009, og tí er umráðandi at alt verður gjørt betur á hvørjum árið.
– Fyrsta stigið er at skapað umstøður og trivnað millum øll sum virkað og íðka í felagnum og tí hevur tað stóran týdning at tær royndirnar, sum Pætur hevur fingið í felagnum – eisini kemur okkum til góðar komandi árini.
– Eg kann bara fegnast um, at arbeiði í yngru deildunum nú verður skipað meira regluliga alt vetrar hálvárið – nakað sum uttan iva fer at menna ítróttina.




