Soleiðis sum lutakastið í steypakappingini lagaði seg, eru omanfyri nevndu feløg okkara boð uppá, hvørji lið náa fram í fjórðingsfinalurnar.
Lutakastið í steypakappingini hevur verið, og tað sær soleiðis út:
Innleiðandi umfarið, sum varð spælt 8. mars:
NÍF – MB
Fram – Undri
Fyrsta umfar, sum verður spælt 15 mars:
EB/S – NSÍ
VB/S – AB
ÍF – HB
Vinnarin av Fram/Undri – KÍ
TB – Vinnarin av NÍF/MB
B36 – Skála
07 Vestur – Víkingur
B71 – B68
Lutakastið fyri fjórðingsfinalurnar er eisini avgreitt, og fall tað soleiðis:
O7 Vestur/Víkingur – B36/Skála
B71/B68 – VB/S/AB
EB/S/NSÍ – Fram/Undri/KÍ
ÍF/HB – TB/NÍF/MB
Okkara boð upp á liðini, sum náa fram til fjórðingsfinalurnar, er hetta:
Víkingur – B36
B68 – AB
NSÍ – KÍ
HB – TB
HB besta
lutakastið
HB fekk ta besta og lættasta lutakastið fram til hálvfinalurnar. Gaman í skulu teir leika á útivølli fyrst móti ÍF, men fjórðingsfinala teirra – um teir koma so langt – verður í Gundadali móti antin TB, NÍF ella MB – allarhelst verður tað TB.
Hinvegin hevur MB, har Dánjal Jákup Joensen er venjari, higartil víst góðar taktir í venjingardystum og teir kunnu tí saktans skapa TB trupulleikar í umfarinum áðrenn fjórðingsfinalurnar.
Tó kann roknast við, at tað verður TB, sum kemur víðari. Teir hava heimavøll í dystinum áðrenn fjórðingsfinalurnar, og tað eigur at verða munur á 1. deild og 3. deild.
KÍ ikki væl
við Fortunu
Meðan HB hevði eydnuna við sær í lutakastinum, kann tað sama ikki sigast um KÍ.
Teir skulu spæla væl og satt at siga eisini hava hepni við sær, um teir skulu yvirliva til hálvfinaluumfarið.
Teir eiga sjálvandi ikki at hava trupulleikar av Fram ella Undri, sum er teirra fyrsta mótstøðulið, men í fjórðingsfinaluni bíðar vinnarin av EB/Streymur – NSÍ. Tann dysturin verður antin í Runavík ella í Streymnesi!
KÍ hevur í brotum spælt væl, men út frá finaludystinum í Klaksvíkskappingini eru útlitini kanska ikki tey allarbestu, um EB/Streymur verður vinnarin í umfarinum áðrenn fjórðingsfinalurnar.
Um NSÍ hinvegin vinnur móti EB/Streymi í fyrsta umfari, so batna møguleikarnir hjá KÍ at náa hálvfinaluumfarinum helst eitt sindur, tí í venjingardystunum móti NSÍ hevur KÍ roynst betur enn móti EB/Streymi.
B68 til Sands
B68 hevur eina torføra uppgávu á Sandi móti B71 í fyrsta umfarinum.
Vinna teir har, sum tað eftir okkara meting í øllum førum er 50% kjansur fyri – kanska enntá størri – so hava teir eitt fyrstudeildarlið heima á Svangaskarði í fjórðingsfinaluni, sum antin verður VB/Sumba ella AB.
Okkara boð er, at AB, har Allan Mørkøre nú er høvuðsvenjari, vinnur ta duellina, hóast hon verður vesturi á Eiðinum har suðri.
Víkingur kemur
helst í hálvfinalu
B36 fær vitjan av Skála í fyrsta umfarinum í Steypakappingini og vinnarin av tí dystinum skal antin vestur í Vágarnar móti 07 Vestur ella til Gøtu móti Víkingi.
Vit rokna við, at B36 vinnur á Skála í steypakappingini, hóast teir, sum skilst, hava tapt móti júst Skála í venjingardystum higartil í ár.
Væntandi fer Víkingur at basa 07 Vestur í Vágum, og so hava vit eina fjórðingsfinalu í Gøtu millum Víking og B36.
Hesin dysturin er ikki lættur at spáa um, men helst hevur Víkingur størra møguleikan at vinna, tí tað er heimavøllur hjá Víkingi.
B36 hevur tað ofta ringt í Gøtu, so hevur Víkingur havt tilgongd av nýggjum leikarum. Teir eru nú tað besta úr GÍ og LÍF, umframt at Kai Ennigarð, Hanus Jacobsen og aðrir eru komnir "heimaftur", meðan B36 hevur mist meira, enn teir hava fingið av leikarum.




