Evnaríki argentinski miðvallarleikarin, Gunnar Nielsen, sum í vetur hevur skift frá GÍ til KÍ, hevur við sær yngra beiggja sín, Erik
Evnaríki argentinski miðvallarleikarin, Gunnar Nielsen, sum í vetur hevur skift frá GÍ til KÍ, hevur við sær yngra beiggja sín, Erik, sum eisini luttekur í venjingunum, og sum eisini ynskir at spæla fyri KÍ, tað veri seg við besta liðnum ella við 1. deild. Gunnar Nielsen man teljast millum fremstu fótbóltsleikarar yvirhøvur í Formuladeildini í løtuni, og spennandi verður at síggja, hvussu hann fer at fella inn í KÍ-liðið, har hann væntandi fer at fáa ein sentralan leiklut á miðvøllinum og frameftir. Serliga styrkin hjá Gunnari liggur í tí tekniska, sum er heilt framúr, men hann hevur sjálvandi eisini aðrar dygdir sum fótbóltsleikari. Við Gunnari úr Argentina er komin yngri beiggi hansara, Erik, sum er 19 ára gamal. Hann hevur sum skilst ikki nakran sáttmála við KÍ men venur tó við bruttohópinum í løtuni. Eins og hjá stórabeiggja er yndisplássið hjá Eriki mitt á miðvøllinum, men sum nevnt er tað enn óvist, hvørjum liði hjá KÍ, hann verður partur av í 2007. Norðlýsið hitti hesar báðar sera fyrikomandi beiggjarnar á vøllinum týskvøldið, tá teir vóru til venjing, og fingu vit tá eina mynd av teimum báðum.




