Enn er hann bert 16 ára gamal og gongur í 10. flokki, men longu nú man Teitur Gestsson teljast millum Føroya frægu málmenn – men hann ger eisini ógvuliga nógv fyri at menna seg sum málmaður í OB í Odense.
Vit hittu Teit Gestsson fríggjakvøldið í badmintonhøllini, har hann hevði verið og vant saman við vinmonnum.
Teitur, sum er sonur Onnu Katrin Matras og Gest Hovgaard, er í løtuni ikki búsitandi í Klaksvík, tí bæði hann og familja hansara eru fyri stuttum flutt niður til Danmarkar at búgva, í hvussu er fyri eina tíð.
Fyribils tilhaldið er nú Odense, har Teitur hevur betri møguleikar enn her heima at mennast sum málmaður og fótbóltsspælari.
Í løtuni gongur hann í 10. flokk, og síðan er ætlanin at taka antin student ella handilsskúla.
Samstundis sum hann røkir skúlagongdina, venur hann saman við U17- og U19-hópunum hjá OB.
Hesar venjingarnar eru fleiri ferðir um vikuna – vanliga 8 ferðir, har nakrar liggja um morgnarnar og aðrar út á seinnapartin.
Harumframt er Teitur í løtuni fastur málmaður hjá U17-liðnum hjá OB, so fótbólturin fer við nógvari tíð hjá honum, men soleiðis eru treytirnar í dag, um tú veruliga ætlar at royna evnini sum fótbóltsleikari.
Áðrenn tey fluttu niður til Danmarkar var longu greitt, at Teitur hevði framúr góð evnir og fortreytir fyri at gerast ein toppklassa málmaður.
So ungur sum hann var, so hevði hann kortini longu spælt onkran dyst við Formulaliðnum hjá KÍ, og á U-landsliðunum hjá Føroyum hevur Teitur í fleiri ár havt fast pláss.
Umframt sera góðan tekniskan førleika hevur Teitur hendan róliga og trygga framburðin, sum útstrálar sjálvsálit og tryggleika. Harumframt er hann stórur av vøkstri og væl bygdur, so fortreytirnar hevur hann avgjørt fyri at náa langt.
Hinvegin vita vit av royndum hjá eitt nú Jákupi Mikkelsen, at tað er enn kravmiklari fyri málmenn enn hjá útileikarum at gerast yrkisleikarar, tí meðan tað eru 10 útileikarar á hvørjum liði, so er sjálvandi bara ein málmaður – tí eru plássini og harvið møguleikarnir færri hjá málmonnum, og tú skalt veruliga hava framúr førleikar, um tí skalt náa hægstu tindar.
Men eisini í Danmark hava stóru feløgini lagt til merkis hendan unga málmannin úr Føroyum, tí fyri stuttum fekk Teitur tilboð frá bæði stórfelagnum Brøndby og OB um sáttmála.
Teitur valdi at halda fast um OB, og orsøkina sigur hann vera, at hann kennir seg væl ímillum leikararnar hjá OB, har er gott samanhald, og trivnaðurin er tí góður – tað hevur sjálvandi sera stóran týdning.
Men samstundis hevur OB eisini eitt sera sterkt U17-lið. Eitt nú hava OB og Brøndby nú fyri stuttum møtt hvørjumøðrum, og Teitur og liðfelagarnir vunnu dystin 2-1.
– – –
Seinastu 14 dagarnar hevur Teitur og familjan verið heima í Klaksvík og hildið jólafrí, men leygardagin 3. januar 2009 liggur leiðin niðuraftur til Danmarkar og Odense, har framhaldandi skúlagongd og fótbóltsvirksemi eru á skránni.
Vit ynskja Teiti alla eydnu.




