Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur – venjingardystur nr. 5: KÍ-Skála 1-0: KÍ leikti væl men brendi nógv í venjingardystinum ímóti Skála

(
John Færø)

1-0 sigurin til KÍ ímóti Skála átti at verið størri, um hann var í tráð við leikgongdina. KÍ sat fullkomuliga á dystinum men evnaði ikki at fáa nóg nógv burtur úr málmøguleikunum, sum til tíðir vóru rættiliga góðir.

Eftir nakrar dystir uttan fleiri av lyklaleikarunum var KÍ aftur næstan fullmannað leygardagin, tá Skála var á vitjan í Djúpumýru.
Tó var Fríðin Ziskason ikki við, hann er framvegis ikki klárur at spæla. Meinhard Joensen, sum var áskoðari hendan dystin, var somuleiðis ikki tøkur hjá venjaranum til dystin.

Liðið.
Leikskipanin hjá KÍ tóktist líkjast 4-4-2.
Miðverjan var mannað av Alexander Djordjevic og Jan Andreasen, meðan Rúni Elttør var vongur í vinstru og Atli Danielsen í høgru.
Miðvøllin mannaðu Allan Joensen, Símun Joensen, Harley Bertholdsen og Eyðun Klakkstein, og so vóru Hjalgrím Elttør og Ovi Nysted frammi í álopinum.
Nakrar útskiftingar vórðu gjørdar í dystinum: Arnold Joensen kom inn fyri Harley, Leon Bjartalíð fyri Ova, Frank Joensen fyri Eyðun Klakkstein.

Ovi frammi
í álopinum.

Ein tann mest áhugaverda broytingin á KÍ-liðnum í mun til higartil var, at Ovi Nysted var fluttur úr miðverjuni fram í álopið.
Umframt aðrar dygdir er stóra styrkin hjá Ova sum kunnugt í luftspælinum, har hann við síni stødd og styrki er ringur at taka hjá einum verjuleikara.
Í hesum fyrsta dystinum sum álopsleikari fekk hann ikki júst so nógvar luftbóltar inn frá baklinjuni, men tó vóru fleiri dømi um, at hann og Hjalgrím eru eitt spennandi álopspar, hóast kanónirnar enn ikki eru ordiliga innstillaðar.
Í hesum dystinum var einki at síggja til Kristian í Vági Eliasen og Erling Fles, sum hava vant við 1. deildarhópinum og lutvíst hava leikt í KÍ-álopinum.

KÍ-yvirvág.
KÍ sat á dystinum frá byrjan og hevði bóltin nógv meir enn Skála, sum ongan serligan málmøguleika hevði í dystinum.
Hinvegin hevði KÍ nógv álop, harav fleiri góvu málmøguleikar. Nakrar ferðir vórðu teir fangaðir av rangstøðufelluni hjá Skála.
Málið kom eftir uppspæl frá Hjalgrími til Símun, sum avgreiddi í málið.

Harleyfacadeacryl