Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbólturin aftur farin á rull: Stórur KÍ-hópur byrjaður at venja

Norðlýsið

Endaligi Formuladeildahópurin er sjálvandi ikki úttikin enn, men grundarlagið sær tó út til at vera í lagi

Endaligi Formuladeildahópurin er sjálvandi ikki úttikin enn, men grundarlagið sær tó út til at vera í lagi, tí besti bruttohópurin er rímiliga stórur. Talið av leikarum til venjingar á vøllinum týskvøldið var 13, men afturat skulu leggja 2 avboð hetta kvøldið, 5 ið vóru burturstaddir umframt 3 útlendingar, sum koma fyrst í februar, so íalt telur fremsti hópurin hjá KÍ í løtuni 23 leikarar. Tá Norðlýsið týskvøldið var ein túr á vøllinum við myndatólinum, vóru hesir leikarar til venjingar: Málmenn: Meinhardt Joensen og Mattias Samuelsen. Útileikarar: John Hammer, Kristoffur Jakobsen, Leon Bjartalíð, Sigmund Jacobsen, Høgni Madsen, Páll Klettskarð, Gunnar Nielsen, Steffan Kalsø, Eli Simonsen, Ári Samson og Erik Nielsen (beiggi Gunnar Nielsen). Sostatt vóru samanlagt 13 leikarar til venjingarnar, sum hetta kvøldið tóktust vera sera harðar. Eftir upphiting og bóltspæl v.m., fóru málmenninir báðir fyri seg sjálvan til serstaka málmansvenjingar, meðan Eyðun Klakstein bókstavliga dýkti á útileikararnar, sum aftur og aftur skuldu renna longri teinar við høgari ferð. Har stóð nógv á – tað var týðiligt at síggja. Umframt teir 13 til venjing hetta kvøldið, so vóru 2 avboð komin frá Kaj Ennigarð (sjúkur) og Rudolf Eliasen. Harafturat vóru 5 av føstu leikarunum burturstaddir: Jan Andreasen, Harley Bertholdsen, Heðin á Lakjuni, Oddmar á Lakjuni og Símun Joensen. Við hesum kemur talið av leikarum í bruttohópinum upp á 20, men so skulu 3 útlendingar leggjast afturat: Paul Clapson, Kareem Smith og Chris Cerroni, sum allir koma tíðliga í februar mánað, tá høvuðsvenjarin, Tony Paris, eisini kemur til Klaksvíkar. KÍ hevur áður boðað frá, at 1. deild felagsins verður raðfest sera høgt framyvir sum ein lopfjøl til Formuladeildarliðið. Tí kann helst roknast við, at onkrir av ungu leikarunum, sum í løtuni venja undir leiðslu av Eyðuni Klakstein, seinni í vár verða partur av 1. deildarliðnum, har Trygvi Mortensen er høvuðsvenjari.