Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbólturin fer so smátt á rull aftur: KÍ undir styrkivenjingar

Norðlýsið ÍTROTTUR

KÍ boðar nú frá á heimasíðu sínari, at Formulaliðið og besta kvinnulið felagsins nú fara undir at venja til komandi kappingarár, har byrjað verður við styrkivenjingum í Yndi/Fitness, sum nú hava hølir í KÍ-høllini.

Tað hevur í nógv ár verið at hoyrt um onnur feløg, sum leggja stóran dent á styrkivenjingar og aðrar venjingar við vektum o.ø. í venjingarmiðstøðum.

KÍ hevur eisini í farnum árum havt slíkar venjingar á skránni, men kanska fjarstøðan til venjingarhølini hevur verið ein forðing fyri at raðfesta hesar venjingar heilt ovarlaga.

Nú eru í øllum førum bestu møguleikar fyri raðfesting av styrkivenjingum, tí nú hevur KÍ júst gjørt avtalu við venjingarmiðstøðina Yndi/Fitness, sum nú heldur til í hølunum hjá felagnum, har bæði ítróttafólk og almenningurin eru málbólkurin.

Yndi/Fitness er júst flutt inn í hølini í KÍ-høllini, og lontu nú fer Formulaliðið undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár.

www.ki.fo skrivar, at fyrstu tíðina fer venjingin fram í Yndi Fitness, sum er flutt inní hølið har KÍ-cafein var.

Venjingartíðirnar hjá formulaliðnum eru hesar:

Týskvøld kl. 18 (helvtin) og kl. 19 (helvtin)
Fríggjakvøld kl. 18 (helvtin) og kl. 19 (helvtin)

Kvinnurnar byrja eisini at venja nú, og fara tær somuleiðis at byrja sínar venjingar í Yndi Fitness. Tær koma at venja hvørt mikukvøld kl. 18.

Harleywoodpaint