Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fotoskeið level 0

John William Joensen

Nú leygardagin tann 24 jan. verður fotoskeið í teldustovuni hjá skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík.

Hetta fyrst skeiðið hevur fyngið navnið “ level 0 “ tá hetta er tað fyrsta av einari røð av skeiðum sum koma at verða í Klaksvík í ár.

Level 0 – er samansett soleiðis, at vit fara at nema við eitt sindur av hvørjum. Vit byrja við at tosa eitt sindur um fotografering – hvat er ein góð mynd og hvussu hon er uppbygd. Vit læra at flyta myndirnar yvir á telduna, og ikki minst – hvussu vit hava styr á myndunum og hvussu vit goyma tær á ein skilagóðan hátt so vit altíð finna tær aftur.

Bert hugflogið setur mørk fyri hvat tú kanst gerða við eina mynd. Spurningurin er, um vit yvirhøvur skulu trúgva einari mynd sum vit síggja í bløðunum nú um dagarnir.
Vit fara á “ level 0 “ at leggja lundnar undir myndaviðgerð. Hvat tey ymisku amboðini eru og hvat tey kunnu gerða við eina mynd um tú dugur at brúka tey rætt.

Vit møtast kl. 10:00 og dríva á til kl. 15:00 við einum stuttum døgurasteðgi.

Fyri at so nógv sum møguligt skal fáast burturúr, vit vera í mesta lagið 10 luttakarir. So skunda tær og tegna teg.
Tilmelding er á tlf. 223304 – 457614 ella á teldupost: photo@post.olivant.fo