Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Four MENh, Jørgen Niclasen og aðrir komnir afturat á Dungasand

Oliver Joensen

Vit kunnu í dag avdúkað tey seinastu nøvnini, sum koma at framføra á Dungasandi til Sørvágs Country- & Blues festival, sum verður í døgunum 7. og 8. juni.


Sørvágur tann 02.05.2013

Tíðindaskriv

Vit kunnu í dag avdúkað tey seinastu nøvnini, sum koma at framføra á Dungasandi til Sørvágs Country- & Blues festival, sum verður í døgunum 7. og 8. juni.

Tey nøvnini, sum nú koma afturat eru: Four MENh, Jørgen & Jákup, Punjab og Ólavur, Milson & Niels.

Four MENh: Four MENh er bólkur, heimahoyrandi í Fuglafirði, tó við einum vestminingi í sørvági og einum leirvíksjingi. Teir ið mannað bólkin, eru allir royndir innan tónleikin.

Bólkurin hevur lagt seg eftir at spæla vælsvingandi dansitónleik við stórum meiriluta av countrytónleiki.

Teir sum mannað bólkin eru: Annfinn Jacobsen trummir og sang, Hugo Leo bass og sang, Mouritz Mohr guitar og sang, Njal Reinert Petersen guitar, key´s og sang.

Jørgen & Jákup: Ein royndur sørvágsbólkur, ið spælir glaðan contry- og fólkatónleik. Jørgen Niclasen og Jákup á Stongum byrjaðu at spæla saman heilt afturi í 1990, og var hetta eftir at teir høvdu spælt í nógvum bólkum. Teir hava serliga spælt til veitslur, tó teir eisini hava spælt til onnur tiltøk, íroknað konsertir og barnakonsertir.

Jørgen & Jákup komu við útgávu í 1993, har alt var egin tónleikur -Vit kunnu kallað tað vælumtóktur glaður tónleikur. Nevnast kunnu løgini, Eg vil út, Ytsti Arni, Ung og føgur og Sjómannverð, sum mong helst kenna. Teir báðir hava spælt í mong ár, men nú er bólkurin víðkaður.

Landsstýrismaðurin og arkitekturin hava nú fingið hjálp frá trimum beiggjum og tað eru tónleikaúrmælingarnir úr Sørvági: Jóhan, Kári og Kristian Mikkelsen. Eisini hava teir trummu snillingin, Einar Vesturklett, við í bólkinum.

Á festivalinum spæla teir egnan tónleik, bæði gamlan kendan og nýggjan. Og munnu teir ikki aftur í ár fara at fáa Dungasand at kóka.

Punjab: Á festivalinum í fjør, valdu vit eisini at geva pláss fyri ungum tónleikarum og soleiðis verður eisini hesafer. Punjab er bólkur mannaður av seks dreingjum, ið møttust á Nám X í Havn og sjálvt um bólkurin er nýggjur og dreingirnir eru ungir, so spæla teir egið tilfar.

Punjab luttók á Sement 2013 og hava síðani verið rættiliga aktivir á palli.

Teir ið manna bólkin eru: Vatnsoyramaðurin Matthias Kjølbro á saxofon, Havnamennirnir Árni Johannesson sang, Robert Bjarnasson á guitar, Kári Ellingsgaard á bass, Kristian Pauli Ellefsen á klaver og Tórður Dam á Trummur.

Ólavur, Milson & Niels: Hesi nøvnini eru kend heilt aftur til 60`ini. Ólavur Højgaard, Milson Zachariassen og Niels Midjord.

Ólavur er countrymmaður burturav, vit kenna hann nokk best frá Vestmonnum, men hann hevur eisini givið fløgu út, sum einstaklingur, tað var í 2005.

Milson, “The Grand Old Man” innan tónleikin í Føroyum, er kendur frá m.a. Faroe Boys, har hann spældi bass og mongum øðrum bólkum, hann stovnaði fyrsta upptøkustudio í landinum, har allir teir gomlu føroysku slagarnir blivu tiknir upp. Milson man verða fyrsti og elsti, steelguitarspælarin í Føroyum og nemliga steelguitarin leggur sín serliga dám á countrytónleikin.

Niels er mest kendur fyri sín eyðkenda vísusang, hann hevur fleiri útgávur aftanfyri seg, í løtuni arbeiður hann við at leggja seinastu hond á nýggja fløguútgávu har hann tulkar Leonard Cohen.

Á country- & bluesfestivalinum stendur countrytónleikurin á skránni hjá hesum garvaðu monnum, teir fara at framføra spildurnýggjan countrytónleik, sum teir sjálvir hava gjørt, góðan kendan útlendskan countrytónleik og man ikki okkurt kent frá Vestmonnum eisini verða við, vit eru ógvuliga spent uppá at hoyra og síggja teir á palli.

Nú eru 17 nøvn kunngjørd, og hetta er tað, sum pláss er fyri og tí kunnu vit nú staðfestað, at skráin er fullsett, byrjað verður fríggjadag kl. 16 og seinasta konsertin verður kl. 01 sunnunáttina.

Tey seytjan luttaknandi- einstaklingar og bólkar eru: Eve Selis, Tamra Rosanes, Hallur Joensen, Kristina Bærendsen, Uni Debess, Tinganest, Rannvá Vesturklett, Sámal Ravnsfjall, Jackson, Blátt Gras, Magni Christiansen, Froðbiar Sóknar Bluesorkestur, Holgar & Tórfríð, Four MENh, Jørgen & Jákup, Punjab og Ólavur, Milson & Niels.

Familjuvinarligur festivalur: Frá fyrstan tíð, hevur stórur dentur verði lagdur á, at Sørvágs Country- & Blues Festivalur, skal verða eitt familjuvinarligt tiltak, sum ikki kostar nógv meira enn atgongumerkini og tað halda vit fæst við.

Øll barnatiltøkini og ítriv, eru goldin við atgongumerkinum.

Skipað verður fyri hoppiborgum, gullgraving, rógving í ánni, ríðing, baking av snogbreyði yvir opnum eldi, klatriveggi, barnabio í Kalabuskjallaranum og hvør veit, um ikki tarvurin eisini verður settur upp til ríðing.

Countrygøta: Countrygøtan verður sjálvandi sett uppaftur við ymiskum básum, millum annað verða pylsuvognar, barr, pannukøku- og vaflubúð og ikki at gloyma, so fáa teir lokalt sera kendu kræmarhúsísarnir hjá Hjarvild, sítt pláss millum hestavognar og hoyggjballur.

Biohøllin verður aftur gjørd um til resturant og dansistovna Wild West kemur aftur til sín rætt sum …. Wild West.

Aftankvirra í Sørvágs kirkju: Sum nakað nýtt, verður Sørvágs kirkja ein partur av Country- & Blues Festivalinum.

Inga Poulsen Dam, prestur, vendi sær til festivalfyrireikarnar við hugskoti um, at Sørvágs kirkja er ein aktivur partur av festivalin. Hetta hildu fyrireikarnir verða eitt gott hugskot og hevur kirkjan síðani tá, arbeitt við hesum.

Í festivalskránni er gjørt pláss, bæði fríggjakvøldi og leygarkvøldi frá kl. 19 til 20, til aftankvirru í kirkjuni, ætlanin er at kirkjan skal verða opin til á leið kl. 22, har ein og hvør kann vitja kirkjuna ella bara fáa sær eina friðarliga løtu í 127 ára gomlu kirkjuni.

Skráin fyri aftankvirrurnar er ikki liðug enn, men tá hon er liðug, verður skráin kunngjørd á heimassíðuni country.fo saman við festivalskránni.

Campingøki víðka: Eftirspurningurin eftir campingplássum hevur verið stórur og tí hava vit, í samstarvi við Sørvágs kommunu og hagapartarnar, víðka um campingplássini soleiðis, at vit hava tvífalt so nógv campingpláss í mun til í fjør og øll plássini eru innanfyri festivaløkið.

Eisini eru Tjaldingarpláss innanfyri festivaløkið.

Nú er skráin fullsett, um ikki so langa tíð verður hon endaliga liðug og kunngjørd.

Á heimasíðuniwww.country.fo ber til at keypa atgongumerki. Campingpláss kunnu bert keypast frá Vága Kunningarstovu.

Vit síggjast í Sørvági

Sørvágs Country- & Blues Festivalur

A