Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frá byggiplássi til spælipláss

Klaksvíkar Kommuna

Skúlavegur er í løtuni eitt byggipláss. Hetta er liður í byggingini av nýggja skúlanum. Ein partur av vegnum verður komandi árið gjørdur til nýggjan skúlagarð til næmingarnar á Skúlatrøð.

Skúlavegur er í løtuni eitt byggipláss. Hetta er liður í byggingini av nýggja skúlanum. Ein partur av vegnum verður komandi árið gjørdur til nýggjan skúlagarð til næmingarnar á Skúlatrøð.

Skúlavegur, sum í so mong ár hevur verið sum ein garður ímillum skúlarnar báðar, verður nú umgjørdur til tøknirúm í nýggja skúlabygninginum á Skúlatrøð. Harumframt verður eisini ein skúlagarður, sum verður eitt savnandi øki fyri allar næmingar í samanlagda skúlanum. Hesin parturin av byggingini verður eftir ætlan liðugur í juni 2016.

Nýggi skúlagarðurin verður soleiðis fyrsta og fremsta fysiska sameiningin av báðum teimum fyrrverandi einstøku skúlunum, og garðurin verður at kalla eitt bindilið ímillum skúlabygningarnar, inntil nýggi skúlabygningurin verður klárur summarið 2018.

Innanfyri næstu vikurnar byrjar byggaríið av tøknirúminum í grundini av nýggja skúlabygninginum. Samstundis arbeiða arkitektar og verkfrøðingar við prosjekteringini av sjálvum skúlabygninginum.

Fyrsti partur av fyrsta byggistigi inniber sum sagt tøknirúmið í nýggja skúlabygninginum. Hetta arbeiðið gongur í stóran mun fyri seg undir jørðini, har tað verður neyðugt at bora. Hesin parturin av byggingini fer at halda ein vissan gang, sum er ógjørligur at sleppa undan, tá ið so stórar byggiverkætlanir fara fram.

Størsta íløga nakrantíð
Skúlabyggingin er størsta einstaka íløga, sum kommunan nakrantíð hevur gjørt, og borgarstjórin er vísur í, at hetta er ein íløga, sum óivað fer at kasta stórt virði av sær. – Nýggi skúlin fer at tryggja okkara børnum eina dygdargóða skúlagongd, har tey í einum stórum nútímans skúla fara at hava fleiri vallærugreinar at velja ímillum, umframt nýggjari og betri útgerð, enn tey áður hava havt, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

– Skúlin hevur ómetaliga stóran týdning fyri býin, kommununa og norðoyggjar yvirhøvur. Skúlin er ein savnandi eind fyri allar borgarar, tí vit hava øll tætt tilknýti til skúlan, sigur borgarstjórin og leggur afturat: – Skúlin mennir og lærir okkara børn, og í skúlanum verða lunnarnir lagdir undir teirra framtíð. Tí hevur tað alt at siga, at vit hava ein góðan, mennandi og savnandi skúla, sum vit øll kunnu vera errin um.

Ímeðan nýggi skúlabygningurin verður bygdur, eru stovurnar framvegis spjaddar í ymsu skúlabygningunum. Hølisviðurskiftini á skúlanum verða ikki ávirkaði av byggjarínum, fyrrenn næsta skúlaár, tá ið gamli parturin av skúlanum á Ziskatrøð skal takast niður.

Búmerkjakapping
Nýggi skúlin hevur fingið navnið “á Skúlatrøð”, og búmerkjakapping til skúlan er útskrivað. Fram til 9. Oktober kunnu øll lata inn uppskot til búmerki. Hereftir velur ein dómsnevnd tað vinnandi uppskotið, og vinnarin verður heiðraður við gávukekki.

Les meira um búmerkjakappingina umvegis leinkjuna niðanfyri.

Harleyfacadeacryl