Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frá Dianu Johannesen úr Antigua

Oliver Joensen

Diana er við trúboðaraskipinum Logos II og nú fer tíðin hjá henni umborð at styttast, hon hevur sent hetta brævið til okkara ímorgun.

Hey Tit!!!
 
Nú er tíðin komin til tað seinasta tíðindabrævið. Eg eri nú stødd í
Antigua. Sjálvt um eg havi verið her í stutta tíð, so havi eg upplivað
eitt sindur.
 
  Eg havi verið úti og gjørt tænastu 3 ferðir saman við teimum sum eg
arbeiði saman við.
 
  Fyrstu ferð fóru vit til eitt røktarheim at hava eitt tiltak fyri
teimum eldru. Tað var so hugnaligt og gevandi. Vit sungu sálmar saman
við teimum, og har var ein blind kona sum citeraði nógv úr bíbliuni, og
tað var gevandi at síggja, at hon stadigvekk heldur fast í trúnni, og at
hon minnist alt sum hon hevur lisið.
  Nakrar dagar seinni fóru vit aftur til hetta røktarheimið, og av tí at
2 av teimum sum búgva har hava føðingardag henda mánaðin, so bakaðu vit
kaku, og sungu fyri teimum og brúktu eitt sindur av tíð saman við
teimum….Tá vit so sungu nakrar sálmar aftur, so sótu fleiri av teimum
við tárum í eygunum.
  Ta triðju ferðina fóru vit at brúka tíð saman við nøkrum gentum á einum
heimi fyri vardar gentur. Hetta var eitt heim, har tær flestu genturnar
eru kynsliga misnýttar, og tí royndu vit at fáa tær at føla seg
serligar, og fortelja teimum at Guð elskar tær. Tí at tær halda ikki at
nakar kann halda tær vera nakað serligt, og tær vóru glaðar og takksamar
fyri at brúka eitt sindur av tíð saman við okkum.
 
  Eg var eisini á einum eldraheimið saman við nøkrum øðrum og gjørdi eitt
sindur av praktiskum arbeiði. Vit vaskaðu gólv, hjálptu við at gera mat,
o.s.v. Og tá vit vóru liðurg, bóðu vit fyri teimum, og sungu saman við
teimum.
 
  Eg vil siga at 3 teir seinastu mánaðirnir hava havt nógv at týða fyri
meg. Eg havi sæð hvussu tað stendur til aðrastaðni í verðini, eg havi
sæð hvussu gott vit føroyingar hava tað, og mest av øllum havi eg sæð
hvussu nógv fólk hava brúk fyri at hoyra boðskapin um Jesus.
 
Guð signi tykkum
 
Diana