Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frá FC Suðuroy til TB

Jákup Ósá

Tað skiftið ger leikari væntandi innan stutta tíð.

Tað skiftið ger ungur miðvallarleikari væntandi innan stutta tíð.

Tað hevur verið friðarligt við leikaraflytingum hjá TB higartil, har frágongdin hevur verið størri enn tilgongdin, har bara Ndende A. Guéye er kunngjørdur sum nýggjur leikari. Men nú er líkt til, at styrkur kemur frá grannunum úr sunnan. Tí nógv bendur á, at 19 ára gamli miðvallarleikarin Salmundur Bech skiftur frá FC Suðuroy til TB. Salmundur byrjaði inni í 14 dystum hjá Effoliðnum hjá FC Suðuroy í ár, har teir flestu vóru í seinnu hálvu. Í hesum dystum skoraði hann 3 mál.

Samanlagt hevur Salmundur spælt 17 dystir í Effodeildini og skorað 3 mál. Í 1.deild hevur hann spælt 47 dystir og skorað 12 mál.

Harleywoodpaint