Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frá KÍ: Aðalfundurin hjá Kí verður 9. mars

John William Joensen

Nichels Lützen og Guttorm Sørensen stillað ikki uppaftur til nevndarvalið og tí verður útskiftin í ovastu leiðsluni

Tíðindaskriv frá KÍ







Í bløðunum fríggjadagin varð lýst við aðalfundi felagsins, sum verður í Café KÍ fríggjakvøldið 9. mars kl. 19. 







Nevndin skal veljast av nýggjum á hvørjum árið og í hesum sambandi skal verða sagt frá at næstformaður felagsins, Nichels Lützen og Guttorm Sørensen, ábyrgdarfólk fyri fíggjarmál hava boða frá, at teir ikki stilla upp aftur. Sambært viðtøkunum fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag, skulu uppskot um nevndarlim verða formanninum í hendi í seinasta lagið 8 dagar fyri fundin. 







Sambært viðtøkunum er luttøka á aðalfundi treytað av, at eingin eftirstøða er fyri limagjald. Eru ivaspurningar hesum viðvíkjandi, ber til at ringja til skrivstovu felagsins hvønn yrkadag millum kl. 14 og kl. 16.