Fríggjakvøldið 10. des. kl. 19.30 hevur Klaksvíkar Tònlistarskúli jólakonsert í Ósáskúlanum.
Á skránni er blandað program, við blásarum, strúkarum og klaverspælarum, bæði jólasangir og annað. Øll eru vælkomin til konsertina.
Leygardagin kl. 10 verður marknaðardagur í Ósáskúlanum, sum næmingar, sum spæla í Klaksvíkar Ungdómshornorkestri standa fyri. Ætlanin er at fara uttanlanda næsta ár og við hesum tiltaki ætla tey at samla pengar til ferðina.




