Týsdagin 19. august í deildini hjá EIK í Klaksvík fer leirvíkingurin Arne Vatnhamar, sum gjørdist fyrsti føroyingurin, ið stóð á heimsins hægsta tindi, Mount Everest, at greiða frá túrinum. FØROYA SJÓMANNADAGUR bjóðar og tiltakið er ókeypis!

FØROYA SJÓMANNADAGUR:
TÝSDAGIN 19. AUGUST
19.00
MOUNT EVEREST FRÁSØGN – Í EIK Klaksvík.
Leirvíkingurin Arne Vatnhamar gjørdist fyrsti føroyingurin, ið stóð á heimsins hægsta tindi, Mount Everest. Verkætlanin hjá Arna kravdi drúgvar fyrireikingar, og sjálvur túrurin gjørdist sera harður, bæði kropsligt og mentalt.
Fyrilesturin snýr seg um fyrireikingarnar, útgerð, kulda, longsul og ikki minst hvørjar tankar, Arne gjørdi sær, tá hann stóð yvirfyri harðastu avbjóðingini í lívi sínum.
Føroya Sjómannadagur bjóðar til ÓKEYPIS fyrilestur í deildini hjá EIK í Klaksvík.
Sí brot úr skránni fyri ársins Sjómannadag her