Tann 16.februar 2006 kl 0811 fekk Sjóbjargingarstøðin (MRCC Tórshavn) boð frá reiðaranum hjá Atlantic Navigator , at ein ung genta hevði brotið beinið og fingið ein snudd í høvdið.
Gentan hevði eisini pínu um ryggin.
Skiparin vildi, í samráð við lækna, hava gentuna á Landssjúkrahúsið sum skjótast.
Atlantic Navigator var staddur vestanfyri Írlandi u.l. 500 fjórðingar úr Føroyum.
Neyðugt var at skipið sigldi nærri Føroyum, áðrenn tyrlan kundi fara avstað.
Kl . 0748 tann 17.februar fór Tyrlan (Bell 412) av flogvøllinum.
Ætlanin var, at Tyrlan og Atlantic Navigator skuldu møtast á knattstøðu 60 30 N 011 00 V. (u.l. 150 fjórðingar frá flogvøllinum)
Kl. 0925 var tyrlan yvir skipinum og løtu seinni var sjúklingurin fingin upp og tyrlan setti kós móti landi aftur.
Kl .1125 lendir tyrlan í øllum góðum við Landssjúkrahúsið og sjúklingurin komin undir læknahond.




