Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frá nýskipan til politiskan krypling

John William Joensen

Sitandi samgonga setti sær nøkur politisk mál tá hon legði frá landi. Man kann verða samdur ella ósamdur um hesi politisku málini, men sjálvt endamálið við at samgongan legði so stóran dent á at fáa eina nýskipan av fiskivinnuni, var hendan: ”Farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan.”

Sitandi samgonga setti sær nøkur politisk mál tá hon legði frá landi. Man kann verða samdur ella ósamdur um hesi politisku málini, men sjálvt endamálið við at samgongan legði so stóran dent á at fáa eina nýskipan av fiskivinnuni, var hendan: ”Farast skal frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan.”

592 dagar eftir at politiska stevnuskráin hjá sitandi samgongu varð undirskrivað, er ein politisk neyðsemja gjørd um innihaldi í nýggja fiskivinnupolitikkinum. Hóast vit enn ikki kenna allar smálutir í semjuni, so vita vit tó somikið at hon als ikki er sambærilig við meginregluna, sum flokkarnir, ið myndað C, E og F samgonguna søgdu sínum veljarum.

Vit kunnu eisini staðfesta at undirtøka ongantíð hevur verið í samgonguni at fara frá politiskari útluting av fiskirættindum til eina marknaðargrundaða skipan….(uppboðssølu).

Uppboðssølan, sum eingin í vinnuni nakrantíð dugdi at síggja nakað skilagott í, er nú ein politiskur kryplingur, sum eingin vil eiga.

Tað er heldur ikki løgið at samgongan var og er ósamd við sær sjálvari um uppboðssøluna. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum setti eina nevnd av serfrøðingum at gera eitt uppskot, har arbeiðssetningurin varð púra greiður – ein uppboðssøla av fiskirættindum – ella ”marknaðar grundað skipan” sum landsstýrið kallaði tað.

Fyri 206 døgum síðan kom serfrøðinga nevndin til hesa staðfesting: Nevndin hevði torført við at finna eina nøktandi semju um uppboðssølu av fiskirættindum…. Og tann sum hevur ómakað sær at lesa álitið sær at fremsta serfrøðin í landinum hevur ilt við at síggja nakað skilagott við eini uppboðssølu av fiskirættindum í breiðari merking.

Men Høgni Hoydal og Poul Michelsen hava tvíhildið um uppboðssøluna og er hetta EINASTA orsøk til at hon framvegis er við, nú seinasta hond verður løgd á lógaruppskotið hjá samgonguni um eina nýggja skipan fyri fiskivinnuna.

Og hetta neyðareggi av eini uppboðssølu, sum Høgni Hoydal og Poul Michelsen hava noytt samgonguna at halda saman um, er samstundis einasta forðingin fyri at ein breið politisk semja fæst í løgtinginum um føroysku fiskivinnuna.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er ósemjan!

Í veruleikanum er politisk semja í løgtinginum um ein nýggjan fiskivinnupolitikk. Men landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hevur við at tvíhalda um kryplaðu uppboðssøluna, gjørt alt fyri ikki at fáa eina breiða semju.

Tað er ein sannroynd, at flestu serfrøðingar og politikarar eru samdir um at uppboðssøla er eitt brúkiligt amboð, tá nýggj fiskasløg og øktar kvotur skulu deilast út.

At løgmaður letur Høgna Hoydal og Poul Michelsen halda løgtinginum frá at finna eina breiða semju um hetta fyri tjóðina týdningarmikla mál, er trupult at skilja. Politiska støðan er fullkomiliga fastlæst og spurningurin er um semja framvegis verður í samgonguni, tá landsstýrismaðurin er liðugur at smíðja sjálvt lógaruppskotið um eina nýggja skipan fyri fiskivinnuna. 

Ein kann av røttum spyrja hvat endamálið við nýggju skipanini er?