– handfar mynstringarskjal elektroniskt
Formula hevur ment eina sera framkomna og ómakaleysa veiðidagbók. Á básinum hjá Formula á Atlantic Fair vísur Esmar Joensen, tann nýggjasta hentleikan við vælumtóktu veiðidagbókini. Nýggi hentleikin er, at skipanin nú er før fyri at handfara mynstringarskjal elektroniskt.
Umframt at síggja skipanina, verður eisini høvi hjá skipum, sum framvegis ikki hava ognað sær skipanina, at fáa eina ókeypis royndarútgávu.
Eitt av endamálunum hjá Formula við at menna skipanina, saman við føroysku vinnuni, var, at Veiðidagbókin skuldi snikkast til føroyskt viðurskifti, soleiðis at hon er løtt og fim at brúka. Hetta hevur gjørt, at nýggir hentleikar regluliga verða mentir til skipanina.
Tá Formula á sumri 2011, av fyrstani tíð valdi at byrja menningina av Veiðidagbókini, vóru ikki øll líka skjót at taka hana til sín, men síðan er ferð komin á. Alt fleiri duga at síggja fyrimunin við at fáa pappírið skift út við eini lættvirkandi telduskipan. Í dag brúka bólkur 4B, trolbátar, stállínuskip, ísfiskatrolarar, rækjuskip, flakatrolarar og uppisjóvarskip skipanina t.v.s. flest allir skipabólkar hava tikið hana til sín.
Les meira um Veiðidagbókina her
Vitja okkum á Atlantic Fair, básur D-342




