Jógvan Kristin Olsen fór sum ungur til skips m.a. við Hans Erik og fór seinni uppá skúla. Hann fór út at sigla í stóru verð við Mærsk og kom skjótt upp í tign, tí hann var dugnaligur og nærlagdur
Jógvan Kristin Olsen fór sum ungur til skips m.a. við Hans Erik og fór seinni uppá skúla. Hann fór út at sigla í stóru verð við Mærsk og kom skjótt upp í tign, tí hann var dugnaligur og nærlagdur
Í 2009 fór Jógvan Kristin til Qatar at arbeiða úti á einum oljufelti hjá Maersk Oil Qatar. Starvsheitið var Logistic coordinator, ella eisini kallað Offshore traffic control. Hetta var ein nýggj deild, sum Jógvan Kristin saman við einum øðrum setti á stovn vegna Maersk Oil Qatar.
Henda deildin eydnaðist so væl, at eftir góð úrslit fekk Jógvan Kristin bjóðað starv inni á landi í Qatar á kontórinum hjá Maersk Oil Qatar, har tað starvaðst um 600 fólk. Skrivstovan er lutað sundur í 12 ymiskar deildir. Jógvan Kristin fekk starv á ”Sjóvinnudeildini” og fekk nú heitið: Manager, Marine/Operations/Inspection.
Konan, Heidi Neshamar Olsen, sum var útbúgvin sjúkrasystir og børnini fluttu við til Qatar. Hon fekk arbeiði sum sjúkraystir á tí skúlanum har, sum eftir onkrum mátistokki sigst at vera tann 5. besti í heiminum. Á skúlanum starvaðust 6 sjúkrasystrar og gingu 2200 børn frá 72 ymsum tjóðum. Her gingu børn teirra eisini og høvdu tað gott og lærdu nógv.
Hetta var ein sera kostnaðarmikil skúli, sum Mærsk tó bar kostnaðin av.
Í Qatar hugnar famlijan sær við góðum og væl skipaðum arbeiði, góðum skúla, góðum búviðurskiftum og góðum umstøðum sum heild fram til 2013, tá ið tey vældu at flyta heim aftur.
Nú fær Jógvan Kristin starv hjá Maersk Drilling, men har kom ein bráðlig vend í. Av heilsuávum fekk hann ikki neyðugar heilsuváttanir, so Jógvan Kristin kundi ikki mynstra umborð á boriskipunum hjá Maersk Drilling. Tá vóru góð ráð dýr, og gjørdi Jógvan Kristin av, at nú skuldi hann royna okkurt heilt annað.
Jógvan Kristin valdi at fara at lesa løgfrøði og konan at lesa sosial- og samfelagsvísindi. Hann fekk starv hjá MRCC, samstundis sum hann las umvegis netið. Árið eftir las hann í fullari tíð á Fróðskaparsetrinum, og í 2015 fekk hann starv sum lærari á vinnuháskúlanum og er har enn. Skúlatalvan er so væl skipað fyri hann, at hann undirvísir tveir dagar í vikuni – týsdag og mikudag, og bóndast so restina av vikuni.
Konan ger nakað á sama hátt, er innskrivað á Fróðskaparsetrinum, men vegna børnini hevur hon valt at vera heima og er lesturin mest hagani, og møtir hon so til tær ymsu royndirna á Setrinum.
Keypir festi
Í 2016 fær Jógvan Kristin høvið at keypa festið á Stórheygum í Svínoy, sum ber um 180 seyðir. Hann og konan velja at flyta til Svínoyar við børnunum, við ætlan um at byggja eina nýggja tilveru har.
Har er nógv at taka upp, seta i stand og kanska gera um eftir egnum tykki. Seyður skal setast við og ein bóndagarður setast á stovn av nýggjun. Hetta er sjálvandi eitt fulltíðarstarv hjá tveimum røskum og eldhugaðum fólkum, sum vilja tað sama, men fingu tey eisini nógva hjálp frá vinum og grannum at fremja ætlan sína.
– Ein heilt nýggj tilvera er byrjað hjá hjúnunum Jógvan Kristin Olsen og Heidi Neshamar Olsen og sanniliga eisini hjá børnunum, sum trívast væl í hesi fríu og víðu náttúru, har tað longu nú grør um gangandi fót við hópin av ymsum djórum: Hópin av seyði, trýggir hundar, høsn, gæs, dunnur og enntá kalkunir. Á køksborðinum stendur ein klekimaskina millum miksarar, mikroovnar og uppvaskibustir.
– Alt andar av lívi og vælveru og børnini kundu ikki hugsa sær tað annarleiðis. Tá ið børnini trívst – ja, so gera vit tað eisini, siga Jógvan Kristin og Heidi við einum brosi.
Skúlin í Svínoy
Tá ið nú ein familja velir at flyta til eina útoyggj – Svínoy við fimm børnum, og trý teirra eru í skúlaaldri, so er neyðugt at halda skúla har eisini.
Jógvan Edmund, sum er frá Svínoy og uppvaksin har, varð lærari í Svínoy frá 1989 til 2006, tá ið skúlin varð niðurlagdur, tí eingi børn tá vóru í skúlaaldri í bygdini.
Jógvan Edmund greiðir frá, at tá ið tað var uppá tað mesta av børnum í hansara tíð sum lærari, vóru 10 næmingar.
Skúlin varð aftur settur á stovn í mars 2016, og eftir summarfrítíðina byrjaði Jógvan Edmund á Geilini aftur sum lærari á kendum gøtum – 10 ár eftir at skúlin lat aftur í síni tíð. Hetta hugar honum væl.
Skúlastýrið við Svínoyar skúla
Tá ið so kommunustýrisval var í november 2016, varð, sum fyriskrivað er, eisini val til skúlastýrið við Svínoyar skúla – Hvør sjálvstøðugur skúli skal hava eitt skúlastýri.
§ 50 í fólkaskúlalógini ásetur,at eitt skúlastýri skal verða valt til hvønn sjálvstøðugan skúla í kommununi.
Stk. 3. Í skúlum, ið hava færri enn 20 næmingar og bert ein lærara, eru limir tess skúlaleiðarin, tvey foreldraumboð, eitt komunustýrisumboð og eitt varaumboð, sum tekur sæti í skúlastýrinum, tá ið kommunustýrisumboðnum berst frá. Kommunustýrið velur umboð og varaumboð á fundinum, har nývalda komunustýrið skipar seg.
Í skúlastýrið vórðu við síðsta kommunustýrisval – tá val esini er til skúlastýrini – vald Jógvan Kristin Olsen og Heidi Neshamar Olsen, sum foreldraumboð og undirritaði, Dávur Winther sum kommunustýrisumboð (Palli Ziskason varaumboð).
Skúlastýrisfundir
Á fyrsta skúlastýrisfundinum, sum var í Klaksvík 2. mars, varð skúlastýrið skipað við Heidi Neshamar Olsen sum forkvinnu. Tá varð eisini avrátt, at skúlin í Svínoy skuldi hava eins góð undirvísingaramboð og aðra staðir, har hvør næmingur m.a. hevur hvør sína teldu og skúlastovan samvirkna talvu, hetta sum ein sjálvifylgja í dag innan skúlans gátt.
Hetta hóskar eisini við kravið um landsroyndina, sum verður í næstum, har royndin skal avgreiðast umvegis telduna. Skúlin hevur fyri stutt síðan fingið hesar teldurnar og hevur hvør næmingur nú sína egnu skúlateldu.
Fríggjadag 31. mars varð avrátt at halda skúlastýrisfund í Svínoy, har allir stýrislimir møttu. Forkvinnan greiddi frá ætlanum við skúlanum í mun til teirra ætlan um búseting. Í høvuðsheitum er ynskiligt, at børnini í størstan mun koma at ganga í skúla í Svínoy summarhálvuna, meðan í vetrarhálvini fara børnini at ganga á Skúlatrøð í Klaksvík.
Tað hevur verið sera jaligt samskifti við skúlan á Skúlatrøð og Mentamálaráðið um at henda skipan skal kunna lata seg gera. Hetta merkir samstundis, at næmingarnir í Svínoy eru knýttir at einum ”bróðurflokki” á Skúlatrøð. Hetta er skipan, vit kenna til frá skúlanum í Mikladali, har hvør næmingur hevði sín ”bróðurflokk” á Skúlatrøð, sum næmingurin seinni í framhaldsdeildini kemur at ganga í.
– Og hvør veit, so kunnu flokkarnir á Skúlatrøð í summarhálvuni eisini fara á vitjan til næmingin í flokki sínum í Svínoy og sleppa at royna undirvísingina har og alt hitt vakra, sum Svínoy hevur at bjóða?
Børnini í skúlanum í Svínoy eru Zedea Olsen 12 ár 6. flokkur, Dávur Neshamar 11 ár 4. flokkur og Elsbet Olsen 8 ár 2. Flokkur. Men henda dagin, vit vitjaðu skúlan, høvdu tey vitjan av Mirjam á Lakjuni, og fylgdi hon undirvísingini har saman við hinum næmingunum við síni teldu.
Jógvan Kristin Olsen og Heidi Neshamar Olsen eiga eisini Anastasiu, sum er fimm ár og Auroru, sum er tvey ár.
Vitjaði heima
Stundir vóru eisini at vitja heima á garðinum á Stórheygum í Svínoy hjá Jógvan Kristin og Heidi. Har var sum sagt lív í við nógvum kríatúrum og har reyk væl av tí, ið einum garði hoyrir til. Í pottinum lá ein soltin rullipylsa og snurraði.
Bóndafólkini vóru blíð og høvdu júst verið í hjallinum, so ikki slapst undan at royna væl smakkandi kjøtið. Eisini kjøt av seyði, sum hevði gingið í fitilendi, har at kalla bert hvannir vuksu. Hetta gav ein serstakan smakk, men eisini var kjøtið dravið við glarfita – sera gott kjøt.
Omaná fingu vit heimsins bestu, heitu rullipylsu, sum var kryddað við m.a. alskyns góðum kryddaríum og eisini timina, sum helst ikki er so kent í Svínoy, heldur ikki í Marius´ar bók, men sum hetta unga ættarliðið hevði drigið við sær – kanska uttan úr heimi, bæði fyri at krydda matin, men kanska eisini at krydda gerandisdagin við á ein annarleiðis hátt.
Eingin ivi er um, at bóndafólkini Jógvan Kristin og Heidi stórtrívast í Svínoy og børnini tað sama, tó at tey kenna seg sum heimsborgarar og vilja menna seg sum slíkar.
At byggja upp ein bóndagarð og eina tilveru á Stórheygum í Svínoy er eitt felags mál teirra – Svínoy er fyri teimum eitt “parløb” – eitt felags hjartamál.
Eisini eru tey samd um, at eftir teirra meti, ganga børnini nú í heimsins besta skúla.




