Frá Dianu Johannesen, sum nú hevur verið við Logos II í góðan mánaða, hava vit fingið soljóðandi tíðindaskriv.
Hey Tit!!! :o)
Nú eru vit komin til Kingston í Jamaica, so nú fari eg fyrst at senda tykkum
meira tíðindir frá Santo Domingo, tí at har hendi eitt sindur aftaná
seinasta tíðindabrævið.
Vit hava sum oftast ein tænastudag um vikuna..
Tá gera vit antin tænastu umborð, ella uttanfyri skipið.
Eg havi havt 2 tænastudagar.
Tann fyrsti var umborð, tá høvdu vit eitt tiltak fyri børn.
Vit høvdu uml. 500 børn umborð tá.Tað var sera stuttligt, serliga at síggja
hvussu glað børnini vóru fyri at hoyra um Jesus. Aftaná fingu tey eina
skógvaeskju í part. Í henni var bomm og onkur størri ting.
Ta seinnu vikuna vóru vit nøkur sum vitjaðu í einum ungdómsfongsli. Har
inni sótu dreingir í aldrinum 13-17 ár, og teir flestu sótu inni fyri at
hava dripið onkran. Tann eini drongurin hevði dripið 11 fólk. Vit høvdu
drama, onkur hevði ein vitnisburð, og til seinast bað ein spanskur saman við
teimum, og ta vóru nakrir sum hugsaðu um at taka ímóti Jesusi, og teir komu
til okkum aftaná og spurdu um vit kundu biðja fyri teimum.
Bókasølan hevði nokk at gera. Tey høvdu yvir 40.000 fólk á vitjan í 3 vikur,
og tey høvdu selt yvir 2000 kristnar bøkur, tilsamans høvdu tey selt yvir
6000 bøkur.
Vit hava meira í væntu í hesari havnini, tí at her kenna fólk til skipið, tí
at tað var her fyri 2 árum síðani.
Vit hava eisini lagt merki til tað, tí at vit hava bara havt opið fyri
almenninginum í 3 dagar, og her hevur verið fult hvønn dag.
Eg vil til seinast heilsa tykkum við einum versi úr Bíbliuni.
Matt.5,13.
Tit eru salt jarðarinnar; men um saltið dovnar, hvørjum skal tað tá verða
saltað við? Tað dugir einki longur uttan at verða blakað út og traðkað undir
mannafótum.
Guð signi tykkum!!!
Vinarliga
Diana




