Pól Arni Holm, ið saman við Týr gjørdi Ormin Langa til landaplágu er nú klárur við einari solofløgu.
Pól Arni Holm, ið saman við Týr gjørdi Ormin Langa til landaplágu er nú klárur við einari solofløgu.
Útgávan er á føroyskum og tónleikurin ferðast í einum heimi av føroyskum sagnum og vísum og kann bólkast sum fólkarokkur.
Fløgan er gjørd saman við Una Debess, ið eisini hevur staðið fyri upptøkunum í Finnur Hansen Studio. Umframt Pól Arna og Una eru Rani Hammershaimb Christiansen og John Áki Egholm tónleikarar á hesari spildur nýggju útgávu, ið kemur út tann 16. oktober 2015.
Plátufelagið TUTL gevur út og mótøka verður í Tutlbúðini á útgávudegnum kl. 16.00.




