Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fráboða ringmerktan skúgv í Føroyum og hjálp føroyskari fuglagransking

Oliver Joensen

Fráboða ringmerktan skúgv í Føroyum og hjálp føroyskari fuglagransking

Nú flytifuglurin er byrjaður at venda heimaftur, vilja vit heita á øll, sum hava áhuga fyri fuglalívi at halda eyguni opin fyri ringmerktum skúgvi. Seinasta ár var nógvur skúgvur ringmerktur í Føroyum. Hetta er partur av granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at kanna og fylgja við, hvussu ávís skúgvapør klára seg í mun til ta føðina tey liva av, og hvussu dálkaði tey eru. Vit vilja við hesum heita á fólk kring um í Føroyum, bæði á landi og sjógvi, um at halda eyga við ringmerktum skúgva, nú hann kemur aftur til Føroya eftir at hava verið sunnanfyri í vetur. Allar fráboðanir um skúgv hava áhuga, og serliga um teir hava gulan litring á. Allir ringarnir hava 3 tøl ella bókstavir á, sum siga okkum nágreiniliga, hvønn fugl talan er um. Ringarnir verða lisnir uppifrá og niðureftir. Sum myndirnar vísa, hava bæði pisur og búfuglur fingið ring um hvørt beinið. Tann eini ringurin er úr stáli, og er ikki so lættur at síggja burturfrá. Hin ringurin er úr gulum plastikki og við kikara er hann lættur at síggja langt burturfrá. Um tit síggja skúgv við ringi á vilja sera gjarna frætta, og best er um tit leggja merki til Bókstavar og tøl á ringinum. Um tit síggja ringmerktan skúgv við Føroyar, vinarliga setið tykkum í samband við okkum: Sjúrður Hammer á tlf 583077 og sjurdur(kurla)hotmail.com ella Jens-Kjeld Jensen á tlf 314144 og jkjensen(kurla)olivant.fo