Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fráboðan frá Vága Tjóðveldisfelag – Mæla staðiliga til, at Ingolf kemur inn aftur

Vága Tjóðveldisfelag

Tað kemur okkum í Vága Tjóðveldisfelag dátt við, at Ingolf S. Olsen, ið er einasta umboð úr Vágum í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, nú fyribils noyðist úr løgtinginum.

Tað kemur okkum í Vága Tjóðveldisfelag dátt við, at Ingolf S. Olsen, ið er einasta umboð úr Vágum í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, nú fyribils noyðist úr løgtinginum.

Ingolf S. Olsen er framsøgumaður floksins í fiskivinnumálum, og tí rakar hetta serliga meint, nú tá ið harðast fer at leika á í arbeiðinum at finna eina semju um fiskivinnunýskipan. Ingolf S. Olsen er skrivari í Føroya Fiskimannafelag og hevur eisini sitið í politiska fylgibólkinum hjá nýskipanarbólkinum og er tí ein kapasitetur at hava við í arbeiðinum at smíða nýggja fiskivinnuskipan.

Eftir tey bæði valini, ið vóru í fjør, hildu vit okkum fáa vissu fyri, at vit ikki fóru at koma í hesa støðuna, og at tað kortini er blivið so, er vit ómetaliga hørm um.

Okkara vón og staðiliga áheitan er, at Ingolf S. Olsen kemur inn aftur í løgtingi, tá ið árið er liðið.

Vegna nevndina í Vága Tjóðveldisfelag

Tór Marni Weihe, formaður