Í annaðkvøld kl. 19.00 skipar Treysti saman við FÍF fyri 2. umfari í Grand Prix fyri børn og ung á Svangaskarði
Í hvørjum aldursflokki hjá gentum og dreingjum verður kappast í fýra greinum – spurti, miðteini, kasti og lopi. Og tað eru tvey tey bestu úrslitini í hvørjari grein, sum verða løgd saman til endaliga úrslitið. Tað ber sostatt til hjá einum íðkara at vinna heili 4 heiðursmerki.
Samanlagt er talan er um 3 umfør í Grand Prix. Fyrsta umfar var avgreitt á Tórsbreyt 20. mai. Seinasta umfar verður 19. august á Tórsbreyt.
Hesaferð verður kappast í hesum greinum:
Gentur/dreingir 8-9 ár (00-01): 60 m, 800 m, kúlustoyt og longdarlop
Gentur/dreingir 10-11 ár (98-99): 80 m, 800 m, kúlustoyt og longdarlop
Gentur/dreingir 12-13 ár (96-97): 80 m, 800 m, kúlustoyt og longdarlop Gentur/dreingir 14-15 ár (94-95): 200 m, 1000 m, kúlustoyt og longdarlop
Gentur/dreingir 16-17 ár (92-93): 200 m, 1000 m, kúlustoyt og longdarlop
Gentur/dreingir 18-19 ár (90-91): 200 m, 1000 m, kúlustoyt og longdarlop
Sum nevnt byrja kappingarnar kl. 19.00, so fyri at kunna byrja stundisliga, mugu øll møta í seinasta lagi kl. 18.30. Væntandi verða nógvir luttakarar, so tað er umráðandi at møtt verður til tíðina, og at kappingarnar fylgja tíðarætlanini, sum verður at síggja á www.renn.fo í morgin um middagsleitið.
Seinasta freist at melda til er Týskvøldið kl. 22.00. Tað verður IKKI møguligt at melda til á staðnum. Startnr. verða býtt út frá kl. 18.15. Kostnaðurin fyri tiltakið er kr. 30.
Tilmelding fer, sum vant, fram á www.renn.fo




