Miklukvøldið kl. 18.00 byrjar triðja og seinasta um í Grand Prix fyri børn og ung á Tórsbreyt
Tað er Hvirlan, sum saman við FÍF verður fyriskipari. Hesaferð fara aldursbólkarnir frá 12-13 og uppeftir at kasta diskos og leypa trístøkk, meðan tey yngru kasta bólt og leypa longdarlop. Kappingargreinarnar verða hesar:
■ Dr. og Ge. 8-9 ár: 40 m, 400 m, bóltkast og longdarlop
■ Dr. og Ge. 10-11 ár: 200 m, 600 m, bóltkast og longdarlop
■ Dr. og Ge. 12-13 ár: 200 m, 1000 m, diskoskast og trístøkk
■ Dr. og Ge. 14-15 ár: 100 m, 1500 m, diskoskast og trístøkk
■ Dr. og Ge. 16-17 ár: 400 m, 1500 m, diskoskast og trístøkk
■ Dr. og Ge. 18-19 ár: 400 m, 1500 m, diskoskast og trístøkk
Tilmelding fer fram á www.renn.fo og seinasta freist fyri tilmelding er mánakvøldið kl. 22.00. Tað verður ikki møguligt at melda til á staðnum! Kostnaðurin fyri tiltakið er kr. 30.
Støðan í Grand Prix fyri børn og ung áðrenn seinasta umfar er at finna á www.renn.fo ella www.treysti.fo. Støðan verður gjørd upp á tann hátt, at 2 tey bestu umførini telja við, og sum tað sást í støðuni, so eru tað nógvir íðkarar frá Treysti, sum hava góðar møguleikar at enda á skamlinum.




