Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frændi við nýggjum friðarsangi

Jóhann Lützen

Heimurin í dag er heitið á nýggjum sangi, sum Steintór Rasmussen hevur skrivað, og sum hann sjálvur syngur

 

Teksturin lýsir heimin við hóttanum og køldum kríggi fram til tey meiri vónríku 80 ini, har friðarrørslan, við boðskapinum um avvápnað, fekk múrarnar at rapa.      

Men trúgvin á eina friðarliga og rættvísa verð slapp ikki at liva leingi.  Støðan er aftur broytt. Nú er vígvøllurin eisini her í Europa og um okkara leiðir. Og fólk óttast framtíðina.   

«Hermenn farið heim til familjurnar í kvøld» syngur gamli frændin, sum enn eina ferð hevur løtt sína byrsu við tónleiki og orðum.   

 

Sangurin er upptikin januar 2026 í Studio Mike.  Jákup Sofusson spælir guitar og Mikkjal Hvannastein øll onnur ljóðføri. Kórrøddirnar eiga Durita Terjadóttir Svarthamar og Heri Schwarts Jacobsen. Ljóðblandað hava Mikkjal Hvannastein og Steintór Rasmussen.

 

YouTube:
https://www.youtube.com/watch?v=J3M3g8HiZDs

Spotify:

https://open.spotify.com/track/5ptNXzQl9IuXeSz37J8zu4?si=9c195d0d3c35499f

Harleywoodpaint