Á miðdegi í gjár var skipað fyri fráfaringarsamkoma í Skúlanum á Ziskatrøð, har Ólavur Sjúrðarberg, varskúlastjóri, Jacob Meinhard Sólbjørg og Heðin Klein fóru frá sum lærarar.
Á miðdegi í gjár var skipað fyri fráfaringarsamkoma í Skúlanum á Ziskatrøð, har Ólavur Sjúrðarberg, varskúlastjóri, Jacob Meinhard Sólbjørg og Heðin Klein fóru frá sum lærarar.
Nógvur frálíkur sangur og spæl frá lærarunum og eisini røður. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum helt røðu vegna Mentamálaráðið, Jógvan Skorheim, borgarstjóri vegna býráðið, Hanus T. Bærentsen vegna lærarnar, Mildrid á Lógv, skúlastýrisforkvinna og eisini tóku Óli Jákup Jensen, skúlastjóri og Signar á Brúnni fyrverandi skúlastjóri orðið.
Ólavur Sjúrðarberg og Jákup Meinhard Sólbjørg bóru fram takkarorð eisini fyri gávur og blómur, teir høvdu fingið. Heðin Klein var burturstaddur.
Aftaná varð farið út í skúlagarðin at taka myndir av fyrr- og núverandi leiðsluni.
Ein hugnalig løta, sum fekk nógv góð minnir at renna fram og hugleiðingar um hvat hvør teirra, ið nú leggja frá sær, fara at gera.




