Á tingfundinum í morgun leggur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, fram frágreiðing um Heilsunýskipan. Aðalorðaskifti verður um frágreiðingina í Løgtinginum fríggjadagin 8. november. LES FRÁGREIÐING HER (PDF)
Á tingfundinum í morgun leggur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, fram frágreiðing um Heilsunýskipan. Aðalorðaskifti verður um frágreiðingina í Løgtinginum fríggjadagin 8. november. LES FRÁGREIÐING HER (PDF)
RØÐAN hjá landsstýrismanninumer her:
Harra formaður!
Við hesum leggi eg sum landsstýrismaðurin í heilsumálum fram frágreiðing um Heilsunýskipan til aðalorðaskiftis í Løgtinginum.
Ætlanin við frágreiðingini og hesari framløgu er at vísa á eina nýggja heilsupolitiska kós. Eina kós, sum byggir á ta einføldu grundsúlu at geva føroyingum betri møguleika at liva eitt heilsugott lív uttan sjúku.
Hóast málið er einfalt, er avbjóðingin stór og spurningarnir nógvir og samansettir. Tí hevur tað verið avgerandi fyri meg at fáa kjølfest arbeiðið við nýskipanini hjá teimum, sum arbeiða í og kring heilsuverkið; hjá teimum sum varða av sjúklingum og ikki minst hjá vanliga føroyinginum.
Í hesum sambandi hevði eg fundir allan juni mánað við áhugabólkar og fakfeløg. Á fundunum høvdu umboðini høvið at greiða frá tí, ið tey meta hevur størsta týdning, fyri at fáa føroyska heilsuverkið fram á leið í hesum rembingartíðum.
Útgangsstøðið – tann reyði tráðurin – fyri fundirnar var, at landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur eitt ynski um eitt heilsuverk, sum í størri mun fyribyrgir, at fólk gerast sjúk.
Eisini varð skipað fyri skrivligari hoyring, og á heimasíðuni hjá ráðnum høvdu øll møguleika at siga sína hugsan um, hvussu vit fáa eitt betri heilsuverk.
Frágreiðingin, sum í dag verður løgd til orðaskiftis, byggir í stóran mun á tað, sum kom fram undir hesi væleydnaðu hoyringstilgongd. Umframt at seta eina yvirskipaða kós, so inniheldur frágreiðingin eisini ítøkilig átøk, sum eg fari at arbeiða fyri. Summi eru stór í vavi og kunnu ikki gerast til veruleika beinanvegin, onnur eru smærri og lættari at fremja. Eg fari í hesari framløgu at tríva í nøkur teirra.
Men áðrenn eg komi nærri inn á ymsu átøkini í frágreiðingini, fari eg stutt at lýsa støðuna í dag við serligum atliti til tær avbjóðingar, sum føroyska samfelagið stendur fyri bæði á heilsuøkinum og í heila tikið.
——
Krøvini til heilsuverkið eru vaksandi.
Ein orsøk til hetta er, at støðugt fleiri og betri viðgerðir verða mentar. Avleiðingin er, at hóast heilsustøðan hjá fólki er munandi betri nú enn fyri árum síðani, so er tann einstaki nógv oftari í sambandi við heilsuverkið nú enn fyrr. Hetta leggur trýst á heilsuverkið.
Ein onnur orsøk til vaksandi krøvini til heilsuverkið er, at vit gerast eldri. Hetta kemst m.a. av, at okkum standa í boði fleiri og betri viðgerðarmøguleikar, og at vit hava betri vitan um, hvørji viðurskifti eru avgerandi fyri okkara heilsu. At miðallivialdurin hækkar ber við sær, at ellistengdar sjúkur og brek fylla støðugt meira í heilsuverkinum.
Tess eldri vit gerast, tess størri tørv fáa vit á heilsuveitingum. Og tess betri heilsuveitingar vit hava, tess eldri gerast vit.
Hetta er at gleðast um! At heilsuverkið av hesum ávum fær meira at gera, er ein sólskinssøga! At vit av hesum fáa eitt heilsuverk, sum tørvar meira pening og fleiri starvsfólk, er ikki eitt tekin um samfelagsligt oyðsl. Tað er hinvegin eitt prógv fyri, at vit liva í einum samfelag, sum setir lív og heilsu hjá tí einstaka í hásæti!
Lat tað tí verða sligið fast, at endamálið við Heilsunýskipanini er ikki at spara pening!
Endamálið við Heilsunýskipanini er ikki at niðurlaga ella niðurraðfesta heilsutænasturnar til borgararnar!
Endamálið við Heilsunýskipanini er at varðveita og menna tað góða heilsuverkið, vit hava í dag, hóast vit bæði politiskt og búskaparliga eru um at náa einum marki fyri, hvussu stóran part av almennu nýtsluni til ber at binda í heilsuverkið.
Avbjóðingin, sum vit standa frammanfyri í dag, snýr seg sostatt um at nýhugsa heilsuverkið soleiðis, at tað ber til at fáa støðugt meira heilsu burturúr sama tilfeingi, tað verið seg fólksligt, fakligt og fíggjarligt.
Fleiri av teimum skipanum, sum vit í dag hava í heilsuverkinum, vóru knæsettar í eini tíð og einum samfelag, sum sá avgerandi øðrvísi út, enn nútíðarinnar samfelag sær út. Kommunulæknaskipanin er meira enn 100 ára gomul, og sjúkrahúsbygnaðurin er grundleggjandi tann sami í dag, sum hann var fyri 50-60 árum síðani.
Nógv er broytt hesi árini. Serliga viðkomandi í hesum sambandi er minkaða fjarstøðan og økta vitanarstøðið.
Fyri 50 árum síðani var tað trupult og tíðarkrevjandi at ferðast millum bygdir og oyggjar í Føroyum. Koyrandi var bert ímillum fáar bygdir, og mestsum allur flutningur av fólki og farmi var sjóvegis. Hetta er fullkomiliga broytt í dag.
Tá umræður vitan, so er tað heilsuverkið, vit hava í dag, grundleggjandi skipað út frá teirri fortreyt, at øll viðkomandi vitan um læknafrøði, heilivág, viðgerðarmøguleikar, sjúkrarøkt v.m., burturav finst hjá útbúnum heilsustarvsfólkum, serliga læknum.
Læknar og heilsustarvsfólk hava ikki longur einkarrætt til læknafrøðiliga vitan. Hetta kemst partvíst av, at generella útbúgvingar- og vitanarstøðið í samfelagnum er eitt heilt annað í dag enn fyri 50 árum síðani. Ein onnur orsøk er, at atgongdin til vitan og kunnleika av øllum handa slag er so ómetaliga nógv lættari í dag enn fyri bara 20 árum síðani.
Tað er av alstórum týdningi, at vit í nýhugsanini av heilsuverkinum leggja dent á at gagnnýta viðkomandi vitan og førleikar hjá einstaka borgaranum. Borgarin skal, alt tað ber til, taka ábyrgd fyri egnari heilsu. Læknar og onnur heilsustarvsfólk skulu fyrst og fremst stuðla og vegleiða borgaran heldur enn at taka ræðið á lívsstøðu borgarans.
Hetta merkir, at heilsuverkið skal skipast grundleggjandi øðrvísi.
Á borðinum liggur frágreiðing um Heilsunýskipan, sum eg, saman við fyrisiting mínari í Heilsumálaráðnum, havi latið úr hondum. Við útgangsstøði í tí, sum stendur í hesi frágreiðingini, fær Løgtingið nú høvið til at skifta orð um, hvussu okkara heilsuverk skal verða skipað frameftir.
Nýskipanin er yvirskipað sæð ein nýggj heilsupolitisk kós, sum um somu leið gagnnýtir tann framburð, sum hevur verið samfelagnum at frama seinastu árini, og sum fyrireikar heilsuverkið til tær avbjóðingar, ið eru á gáttini.
Visjónin fyri nýskipanini er einføld, men ambitiøs: Føroyingar skulu hava betri møguleika at liva eitt heilsugott lív uttan sjúkur. Hóast setningurin er einfaldur, so er loysnin kompleks og samansett. Ikki minst havandi í huga, at fíggjarliga tilfeingið er avmarkað, meðan eftirspurningurin á tænastum økist.
Tríggir berandi bjálkar í nýskipanini eru:
· Fyribyrging og skjót hjálp
· Tænastan nærri borgaranum
· Færri innleggingar
Eg fari í hesari framløgurøðu at greiða nærri frá hesum trimum yvirskipaðu málum, og eisini stutt tríva í nøkur ítøkilig átøk úr frágreiðingini, sum ætlandi skulu setast í verk hetta samgonguskeiðið.
Fyribyrging og skjót hjálp
Støðugt fleiri fáa kroniskar livsstílssjúkur. Um hendan gongdin skal vendast, er neyðugt við fleiri átøkum til frama fyri heilsuframa og fyribyrging.
Fyri at vita hvønn veg vit skulu fara á hesum øki, er neyðugt at vit finna útav, hvar vit standa. Neyðugt er tí at fáa til vega eina heildarfatan av heilsuviðurskiftunum hjá føroyingum og útfrá hesum seta í verk miðvís, munadygg og samskipað heildartiltøk.
Við støði í hesum meti eg, at tíðin nú er búgvin til at skipa ein stovn fyri fólkaheilsu, har tað yvirskipaða arbeiðið í sambandi við fólkaheilsu fer fram.
Fólkaheilsustovnurin skal taka sær av at greina fólkaheilsuna í Føroyum, skipa fyri gransking innan fólkaheilsu í Føroyum, taka stig til fólkaheilsuátøk, skipa fyri screeningum og virka sum ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, einstaklingum o.ø.
Mín ætlan er at umskipa Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu til ein nýggjan fólkaheilsustovn undir Heilsumálaráðnum.
—-
Tannheilsustøðan er av stórum týdningi – og av størri týdningi, enn vit vanliga geva okkum far um. Við áhaldandi heilsuframa, sjúkufyribyrging og endurmenning innan tannheilsu, kunnu vit lætta trýstið innan heilsuverkið við serligum atliti til sjúkrahúsini og eisini almannaverkið.
Í hoyringini var dentur lagdur á týdningin av fyribyrgjandi átøkum, tá tað snýr seg um støðugt at betra um tannheilsuna. Við støði í hesum varð mælt til at víðka tilboðið í barna- og ungdómstannrøktini, so tað kemur at fevna um øll ung, yngri enn 18 ár. Hesum taki eg undir við, og fari eg í næstum at fyrireika hetta mál í samstarvi við kommunurnar og serfrøðina á økinum.
—-
Tænastan nærri borgaranum
Ein nútímans viðgerðargongd tekur støði í tørvi, førleika og ynski hjá einstaka borgaranum. Einstaki borgarin skal hava høvuðsleiklutin í egnari sjúklingagongd og skal hava ávirkan á gongdina frá byrjan til enda. Borgarin skal fáa viðgerð og røkt so tætt við heim sítt sum gjørligt, og innleggjan á sjúkrahús skal bert koma fyri, tá hetta er avgerandi neyðugt.
Mín ætlan er, at tann einstaki í mest møguligan mun verður verandi borgari, og í minst møguligan mun verður gjørdur til sjúkling. Hetta krevur broytingar og nútímansgerð av heilsuverkinum. Vit skulu menna eitt heilsuverk, ið borgarin upplivir sum eina heild; eitt heilsuverk, sum skipar sínar veitingar til borgaran við støði í borgarans tørvi og fortreytum.
Mín áskoðan er, at vit eiga at skipa landið í einar 5-7 sterkar eindir við hvør sínum heilsudepli. Á heilsudeplunum skulu allar tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, fara fram.
Á heilsudeplunum fer dentur at verða lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar, veitingar og ráðgeving til borgaran. Ein stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sjúkum og eldri skal fara fram í heilsudeplunum.
—–
Tað vanliga er, at borgarin møtir til viðtalu ella kanning á sjúkrahúsi ella hjá lækna. Hetta merkir, at borgarin má fara heimanífrá ella úr arbeiði og brúka kanska fleiri tímar upp á at fáa framt eina viðtalu ella kanning, sum í sær sjálvum bert tekur fáar minuttir.
Við telemedisinskum loysnum ber til at seta borgaran í samband við heilsuverkið heimanífrá ella frá arbeiðsplássinum. Harvið skal borgarin bert brúka ta tíð tað tekur at fremja sjálva viðtaluna og sleppur undan at brúka tíð til flutning til og frá sjúkrahúsi ella læknaviðtalu.
Nógvir møguleikar eru við telemedisini, og í næstum verður sett í verk miðvíst arbeiði at greina møguleikarnar fyri við fyrimuni at taka telemedisinskar loysnir í nýtslu.
Færri innleggingar
Tað vísur seg at vera ein trupulleiki, at tryggur samanhangur ikki er ímillum viðgerð og endurvenjing, veitt á sjúkrahúsum og tey tilboð, sum eru borgaranum í boði aftan á útskriving. Hetta ber alt ov ofta við sær, at borgarar, sum eru væl fyri, tá teir verða útskrivaðir, orsakað av vantandi uppfylging aftan á útskriving, fáa afturstig, sum aftur ber við sær nýggja innlegging. Í nógvum førum gerst talan um eina ónda ringrás, sum fyrst og fremst minkar um lívsvirðið borgarans, men sum eisini er samfelagsbúskaparliga óskynsom.
Fyri at tryggja hendan samanhang er neyðugt, at tær skipanir, sum varða av endurmenning, samskipa virksemið við tí fyri eygað at veita borgaranum best møguligu tænastu. Neyðugt er í fyrsta umfari at greina, hvar trupulleikin er, men hetta eigur ikki at taka langa tíð.
So skjótt sum til ber, fari eg at taka stig til at lógarfesta rættindi borgarans til eina samanhangandi endurmenning, frá tí at sjúka ella brek verður staðfest, til borgarin aftur kennir seg tryggan í broytta gerandisdegnum.
Eg hugsi mær eina lóggávu, sum tryggjar borgaranum rætt til veitingar frá øllum viðkomandi myndugleikum, tað verið seg heilsuverkið, almannaverkið, skúlaverkið ella øðrum, við støði í ítøkiliga tørvinum hjá borgaranum.
Lógin skal tryggja, at borgarin fær tilboð um hóskandi og nøktandi endurvenjing uttan mun til, um borgarin er innlagdur á sjúkrahús, er í ambulantari viðgerð, býr á røktarheimi ella stovni, ella um borgarin býr í egnum heimi.
—–
Kanningar uttaneftir vísa, at umleið 40 % av innleggingum hjá eldri borgarum á medisinskum deildum standast av heilivágstengdum ávum. Helmingurin av hesum innleggingum kundi verið fyribyrgdur við rættari heilivágsnýtslu. Eisini vísir kanning hjá donsku Apotekerforeningen, at 94 % av teimum, sum taka fleiri enn fimm sløg av heilivági, taka hann skeivt. Hóast líknandi kanningar ikki eru gjørdar í Føroyum, er tað sera sannlíkt, at sama mynstrið ger seg galdandi her.
Neyðugt er at fara undir eina skipan við eini heilivágsgjøgnumgongd, so vit fáa minkað um slíkar tilburðir. Hetta kann í fyrstu syftu verða skipað sum ein royndarskipan, ið Apoteksverkið stendur fyri. Eftir ætlan byrja vit longu í januar við persónum, ið eru eldri enn 65 ár, og sum taka fleiri enn 5 ymisk sløg av heilivági.
—-
Í 2011 vísti greining í Danmark, at ynskja vit at fáa meira heilsu fyri peningin, so er eitt hitt mest effektiva átakið at seta inn við góðskutrygging á sjúkrahúsunum. Góðskutrygging snýr seg millum annað um at fyribyrgja, at mistøk koma fyri og fyribyrgja tí, sum verður rópt óætlaðir tilburðir.
Við skipaðum mannagongdum og í heila tikið at varpa ljós á góðskumenning, verður vinningurin tvífaldaður. Hin einstaki fær eina betri viðgerð, og samfelagið kann fáa meira heilsu fyri pengarnar.
Tí fari eg at seta fokus á góðskumenning í heilsuverkinum og fari at seta av neyðugu fíggjarligu orkuna at raðfesta hetta arbeiðið í næstum.
—–
Harra formaður
Heilsunýskipanin hvørki byrjar ella endar við einum aðalorðaskifti í Løgtinginum. Men tað hevur stóran týdning, at vit á hesum høga ting, kunnu skifta orð og vónandi finna eitt felags stev í hesum týdningarmikla máli.
Takk fyri!
Karsten Hansen
landsstýrismaður
/Turid Arge




