Leygarkvøldið tann 1. apríl bjóðaði Betesdakórið til sangløtu í Betesda kl. 19. Síðani til
hugnaløta aftaná við drekkamunni og køkum og einum góðum hugnapráti.
Væl av fólki møtti til høvið nógva staðni frá, og sigast má, at kórið er rættiliga væl fyri, fyri ikki at siga heilt væl fyri. Kórið er stórt – heilar 40 kvinnur móti 20 monnum. Eisini vóru fleiri solistar og kvartettir settar saman úr kórinum, sum vísir at úr kórinum spretta fleri góðir einstaklingar, sum tó duga at vera við í heildini sum eitt kór.
Sungnir vórðu hópin av sangum, sálmum og lovsongum.
Orkestrið var ikki minni gott við Torkil Mørkøre sum kapelmeistara á tangentunum – hann er tikin úr leikum. Dávur Johannesen á el-bass, Erland Frederiksen rútmuguitar og so guitarsnillingurin Beddi Hansen á sologuitar. Handan trummurnar sat navnframi Pætur Gerðalíð; so tað er um at gera, at Bill Gaither og Co. hevði ynskt sær slíkar tónleikarar.
Torkil og sangstjórin, Árni Jacobsen høvdu gjørt fleiri av sangunum – skiftivís lag og tekst.
At vera til konsert í Betesda er næstan sum at vera inni í einum studio. Til skiftandi sangirnar kundi tú seta skiftandi eftirklangstíð til. Tað kundi kennast sum tú vart í ymiskum katidralum við minni og storri rúmklangi. Tá ið so tala varð, var tað aftur sum at vera inni í eini stovu.
Hetta er ljóðtøkni á høgum støði, sum stuðlar undir upplivingina.
Ein góð uppliving av einum sera góðum og væl samansungnum kóri, ið syngur deiliga reint og við einum góðum kórklangi. Við onkrar av sálmunum, kundu verið fleiri bassar. Tað er ikki lætt hjá so fáum bassum at syngja upp ímóti so nógvum kvinnurøddum og tenorum.
Takk fyri eina frálíka løtu í einum frálíkum høli.




