Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frálíkur túrur til kópakonuna

Helgi Abrahamsen

Millum mongu góðu, ókeypis tilboðini, sum Føroya Sjómannadagur hevði at bjóða leygardagin, var ein túrur við Silju Star norður til Mikladals at síggja kópakonuna.

Fýra túrar vórðu gjørdir og hvør teirra tók umleið ein tíma. Meðan siglt varð norður við Kunoyarlandinum og suður aftur við Kalsoynni, greiddi Asbjørn Lómaklett meistarliga frá øllum, sum var at síggja á leiðini.

Veðrið var av tí fagrasta, so tey sum valdu at fara henda túrin fingu eina góða uppliving.

Her eru nakrar myndir frá seinasta túrinum, sum var av Longukai klokkan 19.

Harleyfacadeacryl