Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framburðsflokkurin størstur í Noreg við skattalættapolitikki

John William Joensen

Norski Framburðsflokkurin og Høgri høvdu einsamallur
havt meiriluta, um val var í morgin.

Norski Framburðsflokkurin er sambært eina meiningakanning besti umtókti flokkurin í Noreg við lægri skatti á dagsskránni.

Einki er at taka seg aftur í, at tað loysir seg at hava eina dagsskrá við sjónligum lægri skatti, hetta er Noreg gott dømi um.

Ein meiningakanning frá í dag ger, sambært Ritzau, norska Framburðsflokkin til landsins størsta flokk. Og gev tær far um, at hetta er við einum politikki sum setur sjóneykuna á markantar skattalættar og almennar skerjingar.

Framburðsflokkurin er í kanningini størsti flokkur í landinum og hevur eina veljarafjøld í telur einki minni enn 28.5%. Saman við Høgra hevur Framburðs-flokkurin 5 tingfólk í meiriluta í tinginum.

Hesir høvdu samanlagt havt 80 tinglimir, um val hevði verið í morgin. Samstundis fevna teir tríggir reyðu stjórnarflokkarnir, Sosialistiki Vinstriflokkurin, Miðflokkurin og Arbeiðaraflokkurin bert um 67 tinglimir.

Frambuðrflokkurin ynskir ein markantan lætta av inntøkuskattinum, burtur við ognarskattinum og arvaavgjaldi, og flokkurin ynskir lætta í partabrævainntøku-skattinum.

Í alternativa fíggjarlógaruppskotinum í 2007 varð skotið upp frá flokkinum eina sparing við 23 mia. krónum á ríkisuppskotinum, sum samnalagt er 713 mia. krónur.

nj
Kelda: 180 grader