sigur Heri Hammer, býarverkfrøðingur í Klaksvíkar Kommunu, sum eisini er nevndarlimur í Norðoyatunnlinum.
– Tað at formaðurin í Norðoyatunnlinum fer út og undirskrivar eitt slíkt mótmælisskriv undar meg ikki sørt.
– Tá ein tekur av einum tilboði um at verða valdur í eina almenna nevnd, so eigur ein sjálvandi altíð at verða loyalur yvir fyri tí felag, sum ein er valdur at stjørnað.
– Hinvegin so hevur einhvør rætt til at hava meiningar um ræðfestingar hjá landinum, men eg má staðfesta at eg í løtuni undrist ivir støðuna.




