Mikukvøldið 2.desember kl. 20 verður verður hugnaløta í Emmaus í Klaksvík við framløgu av bókini Mítt Etiopia, sum er søgan hjá Elsu Jacobsen úr Gøtu um hennara 32 ár sum trúboðari í Etiopia.
Bókin er samskipað og ritstjórnað av Óla Jacobsen.
Elsa dugir væl at greiða frá, og bókin er sera spennandi og áhugaverd. Hon er somuleiðis ræðulig, tí greitt verður eisini frá kommunistiska terrorstýrinum hjá Mengistu Haile Mariam, sum Elsa upplivdi frá byrjan til enda við teirri forfylging, sum hennara kenningar kendu á egnan kropp. Mengistu er seinni dømdur fyri fólkamorð.
Á hugnaløtuni, har tað ber til at keypa bókina fyri serprís, verður eisini etiopisk luttøka.




