Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FRAMLØGA UM MÁLNINGALIST

Tíðindaskriv

Á Bókasavninum við Løkin Annan Páskadag kl. 16.30. Kom og hoyr Harry Knudsen greiða frá viðurskiftum og atlitum, sum man kann hava í huga, tá man skal døma um dygdina av einum málningi.

Tíðindaskriv

Á Bókasavninum við Løkin Annan Páskadag kl. 16.30.

Kom og hoyr Harry Knudsen greiða frá viðurskiftum og atlitum, sum man kann hava í huga, tá man skal døma um dygdina av einum málningi.

Her eru eisini góð ráð at fáa, um man sjálvur umhugsar at fara í holt við at mála. Harry fer at vísa myndir av nøkrum málningum og tosa út frá hesum dømum.

Harry fer m.a. at viðgera hesar spurningar:

• Hvussu kunnu vit døma um ein málningur er góður?

• Hvat eyðkennir ein góðan málning og hvørjar eginleikar hevur ein góður málningur?

• Hvussu ávirka listaverk okkum í gerandisdegnum, heima, á arbeiðsplássum ella í almenna rúminum?

Ókeypis atgongd.

Framløgan er í sambandi við málningaframsýningina, sum Skótarnir í Runavík fyriskipa í Skúlanum við Løkin á Páskum. Framløgan á bókasavninum er ókeypis, men framsýningin í skúlanum kostar eitt atgongumerki.

Dyrnar á bókasavninum vera opnar undir framsýningini, bæði Páskadag og Annan Páskadag. Tó verður onki fólk til arbeiðis, so lán av bókum má bíða til týsdagin eftir Páskir. Vitjandi hava tó møguleikan at síggja og uppliva bókasavnið.