Heilsucaféin, sum Klaksvíkar Sjúkrahús skipaði fyri á Torradøgunum var ein stór succes. Umleið 300 fólk nýttu høvu at vitjað, eisini landsstýrismaðurin í Heilsumálum.
Eitt tað størsta tiltakið á Torradøgunum var væl fyriskipaða heilsucaféin, sum Klaksvíkar Sjúkrahús stóð fyri.
Køkurin á Sjúkarhúsinum hevði saman við Edvardi Fuglø skipa fyri einum flottum heilsugóðum borði við frukt, grønmeti og feittfatøkum køkum.
Vit fingu eina mynd av landsstýrismanninum Hans Paula Strøm, ímeðan hann hyggur at ímeðan Korosh blandar eina rættuliga "Heilsugranat", sum hann nevndi drykkin.
Umframt alskyns heilsugóðan mat var høvi at máta blóðtrýst, puls, blóðsukur, BMI og Peak-flow og harafturat kundu vit eisini fáa eina konditest.
Í Skálanum skeyt landsstýrismaðurin Hans Pauli Strøm upp, at Klaksvík gjørdist Heilsubýur burturav. Tá hugsaði hann um tiltøkini ímóti royking sum framhaldandi vera gjørd í skúlanum, heilsurenningina og nú heilsucaféina.




