SUNNUDAGIN KL. 14-17 Á NORÐOYASTEVNU Á ØKINUM VIÐ NORÐOYA SPARIKASSA
Kl. 14 – 17 verður áhugavert treff við ellis akførum á økinum uttan fyri Norðoya Sparikassa.
Ellisakførini plaga at vera við til ymisk tiltøk – myndin oman fyri er frá Flagdagskoyring í Havn.
Teir siga seg vera nakrir „vaksnar smádreingir“, ið eru áhugaðir í gomlum akførum.
Teir hava ein bólk á Facebook, ið eitur Norðoya Ellisakfør. Bólkurin er fyri øll, ið eru áhugað í eldri akførum bæði bilum og motorsúkklum.
Helst er eingin bilur við á fram sýningini, sum er 90 ár, men teir vita um eina motorsúkklu, sum er 87 ár.
Vælkomin á parkeringspláss ið við Noðoya Sparikassa sunnu dagin kl. 14 – 17.



