Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Framskák letur deild upp í Klaksvík

Tíðindaskriv

Vit hava leingi ynskt okkum at vaksa um okkara virksemi í Klaksvík og koma tættari at verandi kundum, sigur Sigmund Mikkelsen, stjóri í Framskák.

Framskák hevur stórar ætlanir um framtíðina og hevur sett Jógvan Skorheim, sum økisleiðara í Norðoyggjum. Ætlanin er at vaksa um hópin á deildini so líðandi.

Miðskeiðis í mars flytur felagið í nýggj hølir á Nólsoyar Pálsgøtu 2, har Alfa Bókhandil áður hevur hildið til.

Vit hava fleiri kundar í Klaksvík og sum heild í landnyrðings Føroyum. Tí hava vit valt at koma tættari upp á kundarnar bæði við fólki, ið kann ráðgeva, og einum handli, ið vísur vøruúrvalið, hevur goymslu av útgerð og framvísing av loysnum.

Framskák veitir tøkni til arbeiðsdagin. Alt innan KT-útgerð, KT-rakstur, fundartøkni, og kunningarskíggjar.