Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framskornu bíbilsøgumyndirnar hjá Edvard Fuglø

Poulina Slættanes

Hetta var ein uppliving, ið ordiliga setti av. So serliga sterk og hugtakandi.

Hetta var ein uppliving, ið ordiliga setti av. So serliga sterk og hugtakandi.

Edvard er listarmaður av Guds náði. Føddur í Klaksvík í 1965. Frá heilt ungum av komu týðiliga til sjóndar, at hesin hevði serligar íbornar listargávur. Hann er so fjølbroyttur sum fáur. Tað frumkenda, tað bíbilska, tað gandakenda og melankolska fangar hann, og spinnur hann mangan ein spennandi víðari søgutráð. Mong myndevni hevur hann lýst, millum annað í skúlanum á Løgmannabreyt og ein vegg í komuhøllini á Landssjúkrahúsinum. Barnamentunarheiðusløn Tórshavnar býráðs fekk Edvard Fuglø í 1997 umframt aðrar sømdargávur.

Í samband við 50 ára hátíðarhaldið hjá Christianskirkjuni er ein so serlig listarlig uppliving í kirkjukjallaranum. Hendinga gávuríki norðingurin, Edvard Fuglø hevur uppaftur prógvað sítt ótrúliga hegni. At tað skal bera til at seta allar hesar litríku kubbarnar við skuggum og ljósbrigdum saman, er so genialt funnið uppá, at man stendur undrandi og eygleiðir. Edvard Fuglø endurgevur nakrar høvuðshendingar úr Nýggja Testamenti í træflísum av øllum møguligum sløgum. Hann er so framkomin í síni listarligu tilgongd, at hann sær, hvar ljós skal kastast á hendingina og hvussu hini, ið ikki beinleiðis bera myndini uppi, skulu lýsast. Tí gerast hesi træskurðrelieffini so livandi. Vit savna okkum um ta bíbilsku hugmyndina, ið vit kenna heilt frá barnaárunum. Myndevnini ganga frá boðanardegi Mariu til himmalferðina. Relieffini taka ikki ræðið av hvør aðrari. Tær siga hvør sína søgu, men tær ganga kortini í tráð í bygna og útsjónd. Træflísarnar hevur hin ikki minni hegnigi møblasnikkarin Sjúrður Sólstein sagað og evnað til. Væl hevur tað samstarvið riggað.

Listarverkini eru orginal og einføld. Forskjótingarnar fanga og hugskotini hjá Edvard Fuglø eru stutt sagt einføld, – snild og snøgg. Flísarnar ella kubbarnir, listarverkini eru sett saman av, meini eg, vóru 5000 í tali. Summar flísar vóru evarska smáar, – bara allir fingraliðirnir í fólkunum vóru í smáum bitum og litum. Og samspælið í litbrigdunum talaðu fyri seg. Kvistar í trænum hevur Edvard snildisliga brúkt til eygu, albogar og aðrar hóskandi liðir.

At Edvard eisini dugir at geva myndunum ein feril av tjóðskapi, er eisini vert at taka við. Fólkini, menn og kvinnur í teimum ymisku sterku hendingunum, kundu saktans mint okkum á tey, ið undan okkum eru farin á leiðini í tjóðminnum okkara. At hann eisini hevur tikið við fornar smálutir úr Norðoyggjum, ið lagdir eru inn í skurðarnar, er orginalt. At hvørt listarverk er kantað við messinglistum úr fótpanelunum í gomlu kirkjubenkrunum er ikki minni snilt.

Spaki listarmaðurin Edvard Fuglø hevur teknað, málað, evnað og sett saman við Sjúrði nakað heilt serligt. Í hæddini í erva hongur sermerkti Joakim Skovgaard málningurin við myndevni úr Matteus 22; Lukas 14., ið nýliga er renoveraður, og sum hevur glett okkum øll, ið hava verið til ymiskar kirkjuligar handlingar í fimti ár. Lutfalsliga stendur Edvard einki aftanfyri danska listarmálaran, tori eg at siga.

Ynski kirkjufólkinum har norðuri hjartaliga til lukku við hesum listarverkum. Tó haldi eg, at rúmið, verkini hanga í, er í minna lagi til slíka dygdarlist. Tað er sum um, at karmarnir eru ov trongir. Vónandi fara hesi listarligu stórverk at vera eyðsýnd og víst fram allastaðir, hugsast kann. Men sjálvandi, Klaksvík og fólkið har eigur skurðmyndirnar. Farið væl um tær og tosi hart um hesar dýrgripir, ið tit hava fingið til gávus.

Poulina Slættanes