Tað kostar at stilla upp sum flokkur, og serliga fyri fyrstu ferð. Hetta vísir roknskapurin hjá Framsókn tíðuliga. Tað kostaði flokkinum eina millión at koma á ting í 2011.
Tað kostar at stilla upp sum flokkur, og serliga fyri fyrstu ferð. Hetta vísir roknskapurin hjá Framsókn tíðuliga. Tað kostaði flokkinum eina millión at koma á ting í 2011.
Serliga vóru tað valútreiðslurnar, ið vóru stórar. Flokkurin var eisini sera sjónligur vil vallýsingum langa tíð upp til valið í 2011. Og hetta kostaði, tí sambært roknskapinum hjá Framsókn fyri 2011 framgongur, at flokkurin brúkti 931.000 krónur til lýsingarútreiðslur.
Hetta er fleiri ferðir meira enn eitt nú ein av hinum smærru flokkunum Sjálvstýrisflokkurin brúkti. Valið kostaði Sjálvstýrisflokkinum 157.000 krónur, so Framsókn brúkti seks ferðir so nógvan pening uppá lýsingar og annað upp til løgtingsvalið í 2011 enn Sjálvsstýrisflokkurin gjørdi.
Um vit bert hyggja eftir penganýtsluni, so loysti tað seg, tí Framsókn fekk tvey umboð á løgting, meðan Sjálvstýrisflokkurin bert fekk tað eina umboðið.
Milliónin hjá Framsókn varð fíggjað við bankaláni og kreditorum, tí sambært roknskapinum fyri 2011 fekk flokkurin 137.000 krónur í løgtingsstuðuli, og eftir tað var restskuldin til bankan knappar 700.000 krónur, og flokkurin skyldaði kreditorum góðar 200.000 krónur.
Framsókn hevði 116.000 krónur í avlopi í 2013. Hetta er minni enn í 2012 tá avlopið var 245.000 krónur. Sostatt manglar nógv í at vinna innaftur stóra hallið í 2011, sum var 936.000 krónur.
Um vit rokna við at avlopið í ár verður á sama støði sum undanfarnu tvey árni, so verður talan framvegis um at Framsókn skyldar umleið hálva millión tá val verður aftur.
Flokkurin kann tí ikki fara út til valdyst og yvirhøvur brúka pening, uttan at hann lænir hann frá banka ella onkrum kreditori.
LES:
SAMBANDSFLOKKURIN HEVUR MINNI PENGAR TIL KOMANDI LØGTINGSVAL ENN UNDANFARNA




