Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framsókn tekur undir við ynskjum, formaðurin í Pedagogfelagnum hevur sett fram til komandi løgtingsval…

Súsanna Olsen

Onkuntíðhugsar ein “to sjæle en tanke”. Síggji í dag, tann 10.juli,skriv frá formanninum í Føroya Pedagogfelag, har hann 8.juli,setur 3 ynski fram, vegna limirnar í Pedagogfelagnum. Hann heitir ásínar limir um at atkvøða fyri teimum flokkum, sum til komandiløgtingsval, taka hesi ynski í álvara, og miðvíst vilja gerasítt til, og seta út í politiska kortið, fyri at bøta umviðurskifti á námsfrøðingaøkinum. Vit í Framsókn hava fyrilangari tíð sett ein arbeiðsbólk, ið m.a. júst gevur hesumevninum gætur. Jógvan Philbrow hevur sett hesi 3 ynski fram:

1) Beturnormeringar á dagstovnaøkinum

2) Beturviðurskifti á sernámsfrøðiliga økinum, har ein sosiallógávaog tænastupolitikkur eiga at vera ment

3) Hægri løntil námsfrøðingar.

Vísanditil skriv formansins í Føroya Pedagogfelag, kann flokkurin Framsóknsiga frá, at vit taka undir við tí, Jógvan Philbrow ber fram.Hetta eru bert 3 rímilig ynski, sum fyri langari tíð síðan áttuat verið tikin í stórsta álvara. Íniðanfyristandandi skal eg, sum valevni fyri flokkin hugleiða um,hví vit meta at ynskini eru rímilig

Tá ið arbeiðið,ið snýr seg um ynski 2, er í gongd og væl áleiðis, har einarbeiðsbólkur undir Almannaráðnum er farin til verka, fari egikki at gera meira við hetta ynskið í fyrstu syftu.

Ad.1.

Familjanfyrr og nú

Familjumynstriðer munandi broytt seinastu 40-50 árini og vit eru farin frákjarnufamiljuni, har mamma gekk heima, til at mamma arbeiðir úti.Síðan 1990 eru einans áleið 1% av kvinnunum í DK, sum erufulltíðar heimagangandi.1Familjurnar eru so at siga allar dupultinntøku familjur, ið merkir,at allar tær uppgávur, ið serliga kvinnan tók sær av, fyri bert40-50 árum síðan (at taka sær av børnum, sjúkum, veikum ogeldri) eru lagdar út til eina almenna skipan at taka sær av. Tað,sum í fakmálinum hjá kenda enska samfelagsfrøðinginum AnthonyGiddens eitur (umsett til danskt),

udlejringaf sociale relationer”2.Í hjalarvørrinum av hesari samfelagsbroyting, veksur tørvurinmikið eftir tí tænastu, sum námsfrøðingar og hjálparfólkkunnu veita. Fyri at seta hetta í perspektiv, kunnu vit nevna nøkurtøl.

ÍNorðanlondum hava kvinnurnar hægsta erhvervsfrekvens í heiminum,t.s.v. tær, ið arbeiða mest, sjálvt um tær hava smá og fleiribørn, og eru er Føroyar einki undantak.Nútímans dupult inntøkufamiljan er stórforbrúkari av dagstovnum.Longu í 2006 vóru 75,9 % av øllumbørnum millum 0-5 ár á dagstovni í Føroyum. Bert í Danmark vartalið eitt sindur hægri 79,2%. Hini londini, sum vóru við íkanningini, vóru Finland 46,8%, Åland 56%, Ísland 73,8%, Norra67,4% og Svøríki 70,7%3.Sambært Hagstovu Føroya í hesari vikuni, vóru í 2014, tilsamans4915 børn, í aldrinum frá 0-10 ár knýtt til kommunaltansingartilboð4

Dupultsosialiseringog multisosialisering

Vithava í mong ár havt dupultsosialisering, har heim og stovnur havasamstarvað um at fáa børn og ung undan. Hetta oftani við tíundirskyldu fatan av, at har er ein stabil kjarnufamilja, sumfungerar væl aftanfyri barnið. Tað gera nógvar familjur, menminst líka nógvar eru í tíðarbilum merktar av kensluligum kaosi,vegna at tey vaksnu velja at fara hvør til sítt. Í skiftistíðiniinntil familjan hevur funnið seg sjálva aftur í nýggjum høpi, eroftani tungt bæði hjá børnum og vaksnum. Tølini tala sítttýðuliga mál her, gott 40% av parløgum enda við sundurlesing, ogtær mest útsettu familjurnar, eru tær ungu familjurnar.

Táhava námsfrøðingarnir, sum tey professionellu vaksnu ísystemverðini eina eyka ábyrgd av at kompensera fyri tað, sumbarnið ikki fær frá foreldrum sínum. Tann vaksni sjálvur eroftani í kreppu og kensluligum illveðri eina tíð, sjálvt um taðat verða sundurlisin, er eitt tilvitað og umhugsað val hjá teimumvaksnu. Hetta er bert ein av mongum uppgávum, námsfrøðingurinskal viðvirka í, í mun til nútímans familjuna.

Góðnormering er jalig, sum merkir at tilpas nógvvaksin eru um hvørt barn. Normeringin á barnagarðs- ogstovnsøkinum sum heild, er eitt vet betur í Føroyum ennaðrastaðni. So er lætt at fella til útsøgnir sum: “Hvat grenjanámsfrøðingarnir so um?” Hetta er ein eitt sindur meiningsleysreaktión. At man uttanlanda velur at “koyra discount5,skal ikki spenna bein fyri, at vit her heima hava forsvarliga og góðanormering. Tann mátin, sum danir fara fram, í mun til niðurskurðí normering, serliga á barna- og ungdómsøkinum, verður møtt viðskørpum kritikki frá serfrøðingunum6,sum m.a. siga, at politikarin ikki hevur sett seg inn í, hvørjiárin fá vaksin per barn og borgara hevur at siga fyri námsfrøðiligaarbeiði. Støðan í DK er tann, at í ár 2000 vóru 5,2vøggustovubørn fyri hvønn námsfrøðing og 9,7 barnagarðsbørnfyri hvønn vaksnan. Í 2014 er talið av børnum vaksið, soleiðisat nú eru 6,5 vøggustovubørn fyri hvønn vaksnan og 11,8barnagarðsbørn fyri hvønn vaksnan at taka sær av. Hyggja viteftir tilmælum frá eitt núThe American Academyfor Pediatrics, eigur ein vaksin ikki at hava dagligu ábyrgdina avfleiri enn 3 børnum undir 2 ár, ikki fleiri enn 4 børnum, ið eruímillum 2-3 ár, og í mesta lagi 7 børnum í aldrinum frá 3-4ár7. ­­­Kendi ástøðingurin, nobelprístakarin ogprofessarin James Heckmann hevur upp ogupp aftur víst á og roknað seg fram til, at góð dagsstovnatilboðog íløgur í hendan partin av barnalívinum, forvinna seg sjálvaninn aftur fleirfaldað, samanlíknað við sosialar íløgur annars,áleiðis eitt barna- og ungdómslív. Eitt er, at hetta er ein góðíløga fyri samfelagið sum heild, men meira umráðandi er, athetta er ein óvurderiligur vinningur í mun til lívsgóðskuna oglívsmeistring hjá einstaklinginum8

Ad.3)

Lønin má vera hin sama fyritænastur, ið byggja á næstan somu læruúrtøku og útbúgving

Metingar ogeygleiðing eg havi gjørt mær síðan eg byrjaði at undirvísa áNámsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum í 2011 gera, at egserliga havi grundað yvir og undrast á, hví lønarlagið hjánámsfrøðinginum og læraranum ikki er tað sama! Meira eg lesi ogseti meg inn í økið, fleiri og fleiri argumentir eru fyri, atlønin er tann sama. Arbeiðsupgávurnar hvør í sínum lagi líkjastso nógv og komplementera hvørt annað so væl, at eg við mínumbesta vilja ikki dugi at síggja, hvat tað er, sum legitimerar, atlærarin hevur munandi hægri løn enn námsfrøðingurin.

Lestrarskráinhjá teimum lesandi, ið lesa eftir nýggju námsskipani, har komandinámsfrøðingurin og lærarin lesa fyrstu 3 árini eitt bachelornám, og síðan eitt diplom ár, líkjast rættiliga nógv. Aftaná4 ár, eru hesi nýútbúgvin og líkastillaði fakfólk. Fyrstu 2árini er lestrarskráin næstan identisk og síðan fáa teyfrálæru, fyrilestrar og royndir, sum fakliga eru fullkomuliga ásama torleikastigi, sama ECTS innihaldi, og eru hesir fakbólkar,lærarin og námsfrøðingurin líka væl skikkaðir, í hvør sínumtíðarbili hjá barninum, at stimbra, menna, læra og fylgja tí,fram á leiðini, frá ½ ára aldri, og til tað fer úr skúlanumsum tannáringur. Lærarin ognámsfrøðingurin eru tveir partar av somu søk,at fáa barnið og tann unga borgarin undan, saman við foreldrumteirra. Í ávikavist Dagstovnalógini og Fólkaskúlalógini eruendamálsorðingarnar rættiliga samdar um, hvat uppgávan er,nemliga at námsfrøðingurin leggur lunnar undir framhaldandimenningar- og læringsgongd barnsins, í føroyska fólkaskúlanum.

Námsfrøðinguriner um barnið fyrstu góðu 5 árini og letur síðan stafettinavíðari til læraran næstu 9 árini. Í siðvenjubundnaskúlaverkinum var hetta skiftið rættiliga knívsskorðið, menrákið uttanlands og her heima er, at námsfrøðingurin og lærarineru saman um skiftistíðina, tá ið barnið fer úr dagstovninum ífólkaskúlan. Tvørprofessionella samstarvið hevur til endamáls,at barnið fær sagt ordiliga farvæl við fyrsta menningar- oglæringsumhvørvið, barnagarðstíðina, og so líðandi venur segvið næsta kapitul í menningar- og læringsumhvørvinum, sum erføroyski fólkaskúlin.

Eitt annað, sumtalar fyri, at lønin ímillum námsfrøðingar og lærarar verðurhin sama er, at lærarar og námsfrøðingar sita saman áskúlabonki, tá ið talan er um ískoytisútbúgving9,sum hevur til endamáls at uppstiga lærarar og námsfrøðingar, iðhava fingið útbúgving eftir gomlu skipani, so hesi kunnu fáa eittBA-nám…

Súsanna Olsen


1Dencik, Lars; Jørgensen, Per S. og Sommer, Dion (2009) Familieog børn i en opbrudstid. Hans Reitzels forlag s. 53

2Jacobsen, Benny og Outzen, Ove (2010) Liv i Danmark 2.udg.Forlag: Columbus s. 10

3(Kelda: Nordic Statistic Yearbook 2007) endurgivin í bókini:Dencik, Jørgensen & Sommer (2008) Familie og Børn i enopbrudstid. Forlag: Hans Reitzel. S. 81.)

4www.hagstova.fo(leiting tann 11.11.15 í”Barnamenning” tilsamans øll børn í Føroyum, í aldri frá0-10 ár, dagstovn, frítíðarskúla, dagrøkt)

5Elkjær, Jane (2015) Vuggestuepædagog: ”Du bliver hurtigt megetsårbar” www.politiken.dk23.3.15

6Mygind, Johanne (2009) Vi elsker børnehaver, men det har viingen grund til. www.information.dk15.5.2009.

7Eksperter kritiserer ny børnepakke: For få pædagogerwww.information.dk14.3.2015.

8Reierman, Jens (2014) í tíðarritinum Mandag Morgen, www.mm.dk

Nobelpristager: Udsattebørns skæbne er afgjort inden 1’ste klasse”

Harleyfacadeacryl