Skeiðið á Húsarhaldsskúla Føroya er um at vera liðugt. Í tí sambandi skipaðu næmingarnir á skúlanum fyri stórari framsýning av tí handaliga arbeiðinum teir hava gjørt í vetur.
Orsakað av koronatilráðingunum, var tiltakið í ár bert fyri innbodnum. Norðlýsið var við á framsýningini og vit fingu sjálvandi hópin av myndum, eisini av mótasýningini har næmingarnir gingu á “catwalk” í klæðum tær sjálvar hava gjørt til.
Niðanfyri nakrar myndir:


























































































