Í dag, 14. oktobur kl. 17.00, letur Bárður Lydersen upp eina heilt einastandandi myndaframsýning á torginum í SMS. Hjartanemandi myndirnar og uppsetingin av framsýningini flyta teg beint í fátækrabýlingarnar í Monrovia
Í dag, 14. oktobur kl. 17.00, letur Bárður Lydersen upp eina heilt einastandandi myndaframsýning á torginum í SMS. Hjartanemandi myndirnar og uppsetingin av framsýningini flyta teg beint í fátækrabýlingarnar í Monrovia
Tíðindaskriv, 14. oktobur 2013
Framsýningin, sum ber heitið ”Acre of Hope” vísir ein veruleika hjá børnum og ungum, sum onga vón hava um eina bjarta framtíð.
Uppsetingin er heilt unik og flytir teg beint í fátækradømið í Liberia. Myndirnar, sum eru tiknar í høvuðstaðnum, Monrovia, 10 ár eftir at 14 ára langa borgarkríggið har endaði, eru sterkar og kenslubornar.
Endamálið við framsýningini er at varpa ljós á ein veruleika hjá teimum milliónatals børnum, sum liva í fátakaradømi. Ein veruleika sum vit í vesturheiminum hava ilt við at seta okkum inn í ella ikki orka at hugsa um og kennast við.
Tað verður Margretha Nónklett sum letur framsýningina upp kl. 17:00 og MC Restorf setur dám á løtuna við tónum frá tangentum.
Myndirnar fáast til keyps, og ein bússa stendur á torginum har fólk kunnu lata ein gávu.
Peningurin sum kemur inn, ferð óskerdur beinleiðis til eitt barnaheim í Monrovia har myndurnar eru tiknar.
Myndamaðurin og fyriskipari Bárður Lydersen lovar eina uppliving og sær fram til nógv vitjandi.
Tá framsýningin er liðug, verður hon send til Ísland, Reykjavík og síðani vestur um hav til Florida.
Skrá:
Mánadag:
16:45 MC Restorf spælir tónleik
17:00 Margretha Nómsklett setir framsíningina
Týsdag:
kl. 17:00 Kristina Bærentssen spælir
kl. 17:30 Hilda Viderø greiðir frá
Mikudag:
kl. 17:00 Signar á Homrun spælir
kl. 17:30 Hans Mouritsen Foldbo, sálarfrøðingur greiðir frá
Hósdag:
kl. 17:00 Jón Mørkøre spælir el-gittar og Alvilda á palli
kl. 17:30 Bárður Lydersen greiðir frá
Fríggjadag:
kl. 17:00 Beinir og Rakul Ró frá kulum rótum spæla
kl. 17:30 David Lukama greiðir frá




