Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framsýning í Leikalund og á Tunnuvirkinum

Oliver Joensen

Fyri fyrstu ferð hevur Leikalund tikið ein part av "Tunnivirkinum" til framsýningarhøli og tað má sigast vera eitt sera gott hugskot til framsýningina hjá teimum trimum Astrid Andereasen, Tita Vinther og Guðrið Poulsen.

Fríggjadagin lata tær tríggjar upp eina sera forvitnisliga og eksperimenterandi framsýning í Leikalund. Hetta er ein framsýning, sum hevur verið sýnd fram í Grasagarði í Havn, á Tvøroyri og í Íslandi og fyri fyrstu ferð, eru lutirnir á framsýningini til sølu, nú framsýningin vitjar í Klaksvík.
Har er sum sagt nógv áhugavert. Myndin vit hava valt at tikið við í hesi stuttu frásøgn er eitt eiturkoppanet, spunnið úr fólkahári.
Meira í Norðlýsinum fríggjadagin.

Harleywoodpaint